Útgevarin av bókini hjá Peter Lundin hevur fingið nógvan kritikk í Danmark, men hann tvíheldur um, at talan er um eina áhugaverda søgu, sum fólk hava rætt til at kenna.
Fleiri av stóru forløgunum vildu ikki geva bókina út, men Forlagið Turbulenz hjá Jonas Ankersen átók sær uppgávuna, og roknað verður við, at bókin verður ein bestseljari í Danmark nú undan jólum.
Jonas Ankersen er eigari Turbulenz, og hann rekur sjálvur forlagið.
Hví hava tit givið bókina hjá Peter Lundin út?
- Endamálið við hesari bókini er at geva fólki eitt innlit í, hvussu Peter Lundin hugsar, og hvussu hann er blivin tann, sum hann er í dag. Tað rokni eg við, at sera nógv fólk eru áhugað í at vita. Hetta er ikki ein bók, sum glorifiserar Peter Lundin á nakran hátt, men hon vísir okkum júst, hvussu hann er.
Hvørjar tankar gjørdi tú tær, tá ið tú fekst møguleikan at geva hesa bókina út?
- Eg setti mær sama spurning, sum nógv onnur fólk hava sett: Skal ein drápsmaður hava talutíð? Vit hava sum forlag ikki givið hesa bókina út vegna Peter Lundin. Tað hevur ikki verið upp á tal, at hann skuldi sleppa at góðkenna handritið. Ein journalistur hevur interviewað Peter Lundin í meira enn hundrað tímar, og síðani hevur hon skrivað bókina út frá hesum samrøðum.
Hvussu er fíggjarliga samstarvið millum títt forlag og Peter Lundin í sambandi við hesa útgávuna?
- Peter Lundin hevur fingið eina súmbolska upphædd fyri at verða við í bókini, men hann eigur ongan lut í søluni av bókini. Tað vil siga, at Peter Lundin fær ikki minni ella meira av pengum, um vit selja eina ella túsund bøkur. Fólk, sum keypa bókina, skulu ikki kenna tað, sum at tey stuðla einum drápsmanni, og tí fær hann ongar pengar fyri søluna. Og harafturat hevur tað verið týdningarmikið fyri okkum, at Peter Lundin ikki gjørdi hetta orsaka av pengum.
Men heldur tú, at hendan bókin er neyðug?
- Ja, tað haldi eg, tí tað er sera trupult hjá vanligum menniskjum at skilja, hvat gongur fyri seg í høvdinum á einum drápsmanni sum Peter Lundin. Tá vit hoyra um eitt dráp, hugsa vit ofta, hvat í allari víðu verð fær eitt menniskja til at gera av við eitt annað menniskja, og hendan bókin gevur eitt sindur av innliti í tað. Bókin setur eisini sjóneykuna á, hví so nógvar kvinnur eru drignar av Peter Lundin, hóast hansara fortíð og brotsgerðir.
Men heilt erligt, skal ein drápsmaður kunna geva eina bók av hesum slagnum út?
- Ja, tað haldi eg. Tað er ein spurningur um tælufrælsi. Í Danmark eru vit errin av talufrælsinum og reypa okkum av tí, og tað er í grundini heldur eingin trupulleiki, um tað eru sympatisk fólk, sum úttala seg. Hendan bókin er ein avbjóðing til talufrælsið, og um tað eru nógv fólk, sum hava ilt av útgávuni, so skuldu vit kanska umhugsa, um talufrælsið veruliga kann verða ein eyðkenni fyri okkara samfelag.
Er hendan bókin um Peter Lundin ikki bara góð forrætning hjá tykkum?
- Vit hava eina forrætning, sum so nógv onnur, men endamálið við hesari útgávuni er fyrst og fremst at formidla eina áhugaverda søgu, sum kann geva okkum innlit í, hvussu ein drápsmaður hugsar.