Dagfinn Olsen
Eitt gamalt hav hevur ligið í einum hoyggjhúsi í Sumba. Tað sigst, at Sumbingar hava havt til frægd at lyfta tí, men eigararnir siga seg ikki vita, at nakar hevur lyft tí alt tað teir minnast. Tó frættist fyri stuttum, at ein Vágbingur í arbeiðsørindum í Sumba, skal hava lyft tí fyri nøkrum vikum síðani.
Tað sigst, at fyrimunur er at hava langar armar, um ein ætlar sær at royna at lyfta havinum, tí ikki er lætt at fá rætta takið á tí. Óivað verður tað ein spennandi løta, tá sterki stevnugesturin, Regin Vágadal, fer undir hesa stóru avbjóðing.
Hildið verður, at havið er komið undan bakkanum í Sumba í farnu øld. Menn meta tað at viga um 400 pund, men nú, tað skal til Vágs, skal tað vigast, fyri at fáa røttu vektina.
Okkurt tungt av skipasmiðjuni
Menninir á Vágs Skipasmiðju hava eisini okkurt, ið teir plaga at lyfta, og tað vigar ikki heilt einki, verður sagt í Vági. Regin slepppur eisini at royna seg við hesum, ið smiðirnir í Vági hava til gaman at lyfta.
Fólk sleppa
at royna seg
Regin Vágadal skal á jóansøku eisini lyfta sera tungar steinar, vektir og sandsekkir, ið viga um 80 -100 pund. Ymiskt annað verður eisini at lyfta, t.d. ein bilur.
Felags fyri allar greinarnar er, at fólk sleppa at royna seg móti Regini, siga fyrireikararnir.
Mynd og
autograf til børnini
Sterki maðurin úr Havn gloymir ikki børnini, tá hann hittir stevnugestirnar í høllini í Vági leygardagin kl. 18.00. Møguleiki verður hjá børnunum at fáa mynd av Regini. Á myndina hevur hann skrivað navn sítt. Óivað eitt gott minni at eiga um jóansøkuna 1998.