Í morgin verður minnisvarði yvir mæta skaldið reistur í Froðba Í morgin, sunnudagin, klokkan 15, verður minnisvarði yvir kenda skaldið, Poul F., avdúkaður í Froðba.
Tað er lions Klubburin í Suðuroy, sum hevur tikið stig til at reisa hetta minnið um eitt av okkara gitnastu skaldum við Tarvafjósið á Hamri í Froðba.
Talan er um ein stein, sum er tikin úr haganum í Sumba við vælvild frá eigarunum.
Hóast Poul F. er sumbingur, var tað í Froðba, at hann búði tey mestu av sínum manndómsárum, har hann eisini var lærari og har hann doyði.
Tað verður Vilborg Mikkelsen, dóttir Poul F., sum fer at avdúka steinin og Óli Holm fer at siga nøkur fá orð um skaldið.
Somuleiðis fer Kirkjukórið, Ljómur, at syngja.