Avdúkingin í skattamálinum: Hetta snýr málið seg um

Ábyrgdin av, at Fíggjarligt Støðufesti ikki visti um skattaniðurstøðuna á 90 milliónir verður send runt millum partarnar.

Avdúkingin í Vikuskiftis Sosialinum hesaferð, sum førdi við sær, at Eik legði endaligu niðurstøðuna alment fram og bjóðar inn til bæði nevndarfund og almenna skoðan av øllum skjølum í skattamálinum er einføld. 

 

Tað stutta av tí langa er, at Fíggjarligt Støðufesti visti einki um skattaniðurstøðuna, sum gjørdi Eik Banka 90 milliónir krónur meira verdan, fyrr enn eftir TF Holding keypti seinastu 30 prosentini av Eik frá Fíggjarligum Støðufesti. 

 

Tað vil siga, at tann eini parteigarin visti nakað fyri 90 milliónir, sum hin parteigarin ikki visti, tá ið hesir framdu ein handil av partabrøvum. 

 

Tað er álvarsamt tí tað er eingin ivi um, at parteigara í einari fyritøku hava rætt til at fáa somu kunning samstundis. 

 

 

Men Súni Schwartz Jacobsen og Torben Nielsen, nevndarformaður skjóta ábyrgdina víðari til Jørn Astrup Hansen, sum sat sum nevndarlimur í Eik Banka og harvið fekk eina fundarfrágreiðing sendandi áðrenn handilin millum parteigararnar varð avgreiddur, har skattaniðurstøðan varð nevnd. 

 

Also hevði Jørn Astrup Hansen møguleika at vita um skattaniðurstøðuna, hóast bæði fundarfrásagnir eftir handilin varð avgreiddur og Jørn Astrup sjálvur siga, at hann visti ikki um skattaniðurstøðuna fyrr enn tað var ov seint. 

 

Men kortini er ein veruleiki, sum eingin enn hevur talað í móti, at Henrik Bjerre Nielsen, stjóri í Fíggjarligum Støðufesti einki vist um skattaniðurstøðuna, sum gjørdi handilsvøruna 90 milliónir meira verda. 

 

Og óansæð um Súni Schwartz Jacobsen og Torben Nielsen halda seg hava gjørt tað teir kundu við at senda eina fundarfrágreiðing til nevndina, so visti Fíggjarligt Støðufesti einki. 

 

Tað er sambært partafelgslógini og sambært alla vanliga praksis soleiðis, at nevndarlimir umboða allar aktionerar og ikki bert ein av teimum. Hetta tí, at ein nevnd skal arbeiða fyri allar parteigarar í einari fyritøku og sjálvsagt ikki bert fyri teir parteigarar, sum tilfeldigvís hava valt teir. 

 

Og tí er púra vanlig praksis, at nevndarformaðurin eigur kunningarábyrgdina yvirfyri øllum parteigarum. Tí tað er álvarsamt og illgrunasamt, at bert ein parteigari veit nakað, sum kann hava fíggjarligan fyrimun fyri hendan parteigaran. 

 

At skjóta kunningarábyrgdina yvir á ein ávísan nevndarlim er óhoyrt. Um so er, at Eik Banki er í einari serstøðu, har tað púra óvanliga er praksis, at nevndarlimir eiga at kunna parteigara, so er støðan kortini tann, at Fíggjarligt Støðufesti einki visti um niðurstøðuna. Og hvør eigur tá ábyrgdina? Nevndarlimurin ella nevndarformaðurin ella hin parteigarin, sum gjøgnumførdi ein handil við einari umráðandi vitan, sum bert hann visti? 

 

Torben Nielsen sendir ábyrgdina víðari til TF Holding, meðan Súni Schwartz sendir ábyrgdina víðari til nevndina í Eik. 

 

Báðir eru tó samdir um, at nevndarlimurin Jørn Astrup Hansen hevur størsta trupulleikan, hóast allar lógir og reglur tala í móti hesum argumenti.