Avengers: Endgame sett nýtt inntøkumet

Avatar er ikki longur tann filmurin, ið hevur forvunnið flest pengar í biografunum kring heimin.

Inntøkurnar frá Avengers: End Game komu í gjár upp á 2,79 milliardir dollarar, og er sostatt eitt lítið vet framman fyri gamla Avatar metinum frá 2009.

Og tað er greitt, at tað eru ikki norðuramerikansku inntøkurnar, ið gera munin. Star Wars: The Force Awakens er framvegis tann filmurin, ið hevur størstu inntøkurnar í Norðuramerika. Heldur er tað góð undirtøka í serliga í Kina, ið ger munin. Filmurin hevur higartil forvunnið 629 mió. dollarar í Kina, 105 mió. dollarar í Suðurkorea og 85 mió. dollarar í Brazil.

Tað er Marvel Studios, sum hevur framleitt filmin, og Marvel Studios fór undir ognarskap hjá Disney í 2009. Disney ognaði sær fyrr í ár eisini Fox, ið átti rættindini til Avatar. Sostatt eigur Disney rættindini til sjey av teimum 10 filmunum, ið hava forvunnið flest pening í biografunum - teirra millum allar fýra Avengers filmarnar.