Áki Andreasen
Komandi 12-13 vikurnar skulu vit føroyingar taka støðu til, hvat atkøðast skal á fólkaatkøðuni tann 26 mai.
Fyrsta meiningarkanningin, gav teimum sum eru ímóti ætlan landstýrisins ein meiriluta, men enn er langt á mál, og eg vil samtíðis heita á allar afturhaldsinnaðar føroyingar, um ikki ?at kanna sær skinnið, áðrenn bjørnin er skotin?.
Tað var kanska eisini hugsandi, at nøkur í hesum landinum hveppa seg við at atkvøða JA, eftir at Nyrup ?í gendsidig respekt?, beinleiðis hótti føroyingar, og samtíðis gav andstøðuni tann stuðul, sum langt síðan er avtalaður. Men andstøðan skal ikki verða eina løtu í iva um, at vit eru kanska fleiri enn tit halda, sum taka eina ætlan hjá Føroya Landsstýri framum hóttanir frá einum donskum statsministara, og spurningurin er so, hvussu leingi hann situr á kassanum, tá hann við sínum ?pragmatisku loysnum? býtur hjartabarnið hjá afturhaldinum ? heimastýrislógina.
Formaður Javnaðarfloksins hevur eisini verið frammi í donskum fjølmiðlum og greitt danum frá, at tað er ein týandi stuðul til andstøðuna, um stjórnin kemur við peningaligum hóttanum mótvegis føroyingum ? jú í einum valstríði kann alt nýtast.
Um vit hyggja nærri at hóttanini hjá Nyrup, so fær Føroyar blokkstuðul í 4 ár ? sjálvandi bert um talan verður um eitt JA á fólkaatkvøðuni.
Hetta merkir, at vit farmhaldandi skulu verða í ?ríkisfelagsskapinum? í átta ár ? uttan blokkstuðulin; tá vildu vit verið í einari sera løgnari støðu, tí samb. ætlanum hjá landsstýrinum liggja fleiri yvirtøkur aftan á tey fýra árini; hetta merkir eitt beinleiðis brot á heimastýrislógina.
Oftani er langt millum orð og gerðir; og ikki kann sigast annað um føroyapolitikkin hjá stjórnini. Upp í saman hava vit hoyrt statsministaran ?proklamerað? ? at avgerðin liggur hjá okkum føroyingum.
Smart, moralskt og ?rættvísgerðandi? handar stjórnin okkum avgerðarrættin við aðrari hondini, meðan hon við hinari kroystir vanliga borgaran við peningaligum hóttanum og treytum, sum als ikki hoyra nútíðarsamfelagnum til ? og tílíkur háttur at hótta framburðinum í hesum landinum og stuðla aftuhaldinum finst neyvan í okkara parti av heiminum; so kann Danmark hava heimsins besta demokrati, um teir leggja í, hetta talar fyri seg.
Danski statsministarin hevur sligið fast, at ?ríkisfelagsskapurin? bert er pengar ? og einki annað, tað má so í øllum førðum verða eitt slag í andlitið á afturhaldinum, sum ótroyttiliga hevur hálovað hesari skipan, við orðum sum ?mentanarlig? og ?søgulig?, eg meini tað.
Viðurkendi Javnaðarmaðurin Hans Jørgensen, lýsur á heimasíðu Javnaðarfloksins, partar av sjálvstýrislógini sóleiðis:
?Javnaðarflokkurin ásannar, at búskaparliga støðið undir føroyska vælferðarsamfelagnum eigur at vera grundað á okkara egnu framleiðslu. Tí vil Javnaðarflokkurin, at ríkisveitingarnar verða brúktar at styrkja sjálvbjargni í Føroyum?.
Stak áhugavert, men hvussu kunnu vit menna og útbyggja okkara samfelag grundað á okkara egnu virði og framleiðslu og samtíðis nýta ríkisveitingina at styrkja um sjálvbjargni í Føroyum?
Einum nýtist hvørki at verða samfelagsfrøðingur ella cand.polit, fyri at gjøgumskoða, at hetta er ein stór andsøgn úr enda í annan; tí eitt skal Javnaðarflokkurin vita, at sjálvbjargni mennist ikki við peningaveitingum uttanífrá. Hvussu í allari víðu verð kann tað lata seg gera? Sjálvbjargnisástøði, sum tit siga ríkisveitingin er, hvussu ætla tit at halda tí uppi, tann dagin veitingin er burtur? Nei góðu tit, sjálvbjargni styrknar ikki við ríkisveitingini í rygginum.
Men hatta er júst tað, sum javnaðarpolitikkur snýr seg um, at knýta okkara samfelag so rimmarfast við einar árligari veiting, at tann dag, tá stjórnin ?krevur? at blokkurin skal minka, tá er avgerðin ikki longur okkara, tá er vandi á ferð ? tí ivist ikki í at blokkurin, hann verður minkaður, tað er greið tala frá stjórnini ? hyggið bara nú, hvussu danir leika í um undirgrundaravtaluna, tá talan er um pengar, tá er ?sambandið? millum Danmark og Føroyar ikki annað enn eitt ?debit/kredit samband?.
Jú, avgerðin er okkara, men tað sum vit skulu taka støðu til, er ikki danksar hóttanir, men eitt skilagott uppskot frá landstýrinum; um hvussu vit á skilabesta hátt sleppa burutr úr hesi naggatódn, sum sambandið millum Føroyar og Damark er; tá skuldi verið lagað manni at ført samfelagspolitikk uttan regluliga at skula taka hædd fyri ríkisveiting, yvirtiknum og ikki yvirtiknum málum.
Til tykkum, sum ivast, hvar krossurin skal setast og til tykkum, sum kanska ætla at atkvøða nei á fólkaatkvøðuni, setið tykkum sjálvum spurningarnar; hvat er galið við einari ætlan, sum fastleggur, hvussu vit fáa ræði á málum, sum hava beinleiðis ávirkan á okkara samfelag? Hvar liggur óttin grundaður hjá donsku stjórnini fyri at vit føroyingar vilja skipa okkara egna samfelag? Hví vil stjórnin ikki av við Føroyar?
Vit føroyingar seta dagsskránna 26. mai, vit hava ikki brúk fyri hóttanum fyri at ávirka eitt úrslit, men við væl grundaðum sjónarmiðum, við viljanum at ráða sjálvi og við orðunum hjá Ellinti Patursson ?Í hjørtum økkara býr frælsi? ? siga vit JA 26. mai.