Tað er nú greitt, at tað verður heldur ongin flúgving í dag.
Rasmus Niclasen hjá Atlantsflogi sigur, at loftrúmið yvir Føroyum er stongt í allan dag, so tað avgjørdi seg sjálvt Men hann sigur, at sær tað betri út í morgin yvir Føroyum og danska loftrúmið er framvegis er stongt, umhugsar Atlantsflog at gera eina ferð til Noregs ella til Skotlands, skuldi áhugi verið fyri tí hjá ferðafólki, har tað er átrokandi at sleppa avstað.
So eru tey í øllum førum nærmari fastlandinum og kunnu sjálvi koma sær víðari haðani frá. Samstundis kunnu fólk, sum vilja sleppa heim til Føroya, leita sær til tey plássini, flogið verður til, so sleppa tey heim aftur við.
Avgerðin um tað verður flogið og hvagar, tað verður flogið, verður tikin sum dagurin líður.