Eirikur Lindenskov
Eykalandsfundurin hjá Javnaðarflokkinum byrjar í morgin, leygarmorgunin, klokkan 9:30 við morgunmati. Klokkan 10 fær Jóannes Eidesgaard, fráfarandi formaður orðið. Á middegi verður frokostur, og hæddarpunktið verður síðani klokkan 13, tá formansvalið er. Sambært skránni er fundurin liðugur klokkan 15:30.
Hóast tað er greitt frammanundan, at Aksel V. Johannesen verður nýggjur formaður, so verður talan um stríðsval, tí trý uppskot eru um formansevni. Størstu undirtøkuna hevur Aksel V. Johannesen, hini uppskotini eru Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn og John Johannessen, landsstýrismaður í heilsumálum..
Tey, sum higartil hava stuðlað Akseli V. Johannessen eru:
Norðoyar Javnaðarfelag við 20 atkvøðum
Eysturoyar Javnaðarfelag við 25 atkvøðum
Norðstreymoyar Javnaðarfelag við 8 atkvøðum
Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag 22 atkvøðum
Vága Javnaðarfelag við 12 atkvøðum
Og tey, sum higartil hava boðað frá, at tey stuðla Heðini Mortensen eru:
Suðuroyar Sunnara Javnaðarfelag við 12 atkvøðum
Javnaðarfelag í Sandoy við 8 atkvøðum.
Um Suðurstreymoyar Javnaðarfelag býtir sínar atkvøður leygardagin, sum á limafundinum týskvøldið, so verður endaliga býtið á eykalandsfundinum hetta:
Aksel V. Johannesen 101 atkvøður
Heðin Mortensen 40 atkvøður
John Johannessen 2 atkvøður