Kappingarnevndin fer á fundi mánakvøldi at taka avgerð um, hvørt tað skal fáa avleiðingar fyri HB, at spæliloyvið hjá Páll M. Joensen ikki var komið í rættlag, áðrenn spælt varð ímóti VB/Sumba í kappingini um Løgmanssteypið.
Ætlandi skuldi hetta annars gerast á fundi í kvøld, men forfall millum onkrar nevndarlimir hevur flutt fundin, sigur Høgni í Stórustovu, formaður í Kappingarnevndini.