Avgerðin nærkast hjá Jóhan

HB liðskiparin hevur ikki gjørt nakran sáttmála enn til komandi kappingarár

HB liðskiparin, Jóhan Troest Davidsen, hevur enn ikki gjørt sáttmála við nakað felag til komandi kappingarár.

 

Stóra ivamálið tykist vera um, um Jóhan Troest Davidsen fer at gera leingja sín sáttmála við HB, ella um hann fer at skifta til barndómsfelagið, NSÍ, sum tykist sinnað at leggja nógv fyri at fáa fatur á verjuleikaranum.

 

Fyri nøkrum vikum síðani høvdu vit eina samrøðu við Jóhan Troest Davidsen á in.fo, sum greiddi frá at hann ikki hevði tikið nakra avgerð, og at hann treivst væl í HB.

 

Jóhan Troest Davidsen sigur í dag, at støðan er nøkunlunda tann sama sum seinast.

 

-       Í mun til seinast, so er ikki nógv broytt, uttan tað at avgerðin nærkast til at eg fari at taka støðu til, hvar eg fari at spæla komandi kappingarár, sigur Jóhan Troest Davidsen.

 

28 ára gamli Jóhan Troest Davidsen hevur spælt við HB síðani á sumri í 2012, tá hann kom til felagið úr danska felagnum, Aarhus Fremad.