Todi Jónsson og FCK skuldu eftir ætlan hava seinasta fundin sínamillum mánadagin eftir evstamark okkara. Fundurin snýr seg sjálvsagt um, hvørt føroyski álopsmaðurin skal skriva undir nýggjan sáttmála við felagið ella ikki.
Eisini í donskum miðlum hevur verið fylgt væl við, hvussu samráðingar ganga, men ymsu útmeldingarnar hava als ikki givið nakra ábending um, hvussu nær partarnir eru at hvørjum øðrum.
Ítróttarstjórin í felagnum, Niels Christian Holmstrøm, hevur givið ábendingar um, at Todi nú hevur fingið eitt munandi hægri lønaruppskot, enn tað hann vrakaði fyri góðum mánaði síðani, men hinvegin benda útsagnirnar hjá Toda ikki tann vegin.
Einasta viðmerkingin, sum donsku miðlarnir hava fingið frá Toda, er, at hann um vikuskiftið ætlaði at læsa seg inni saman við nøkrum góðum vinum, soleiðis at hann kann taka støðu til, hvørt hann skal taka av hesum tilboðnum ella ikki.