Verjuleikarin sigur við portalin, at hann komandi tímarnar fer at umhugsa ymisk tilboð, og síðan verður avgerðin tikin.
- Á midnátt verður staðfest, um eg framvegis spæli fótbólt, sigur Egil á Bø.
Tú hevur átt fast pláss á landsliðnum seinasta árið. Hevur tað týdning í tíni avgerð?
- Tað er altíð ein heiður at umboða Føroyar. Men tað er ikki fyrst og fremst tað, eg hugsi um. Men um eg skal varðveita sætið á landsliðnum, noyðist eg sjálvsagt at spæla. Og eg vil altíð fegin spæla fyri Føroyar, sigur Egil á Bø.