Frankie Jensen hevur ikki stórvegis viðmerkingar til málið í løtuni. Hann sigur, at eingin niðurstøða er funnin, og báðir partar grundgóvu fyri sínum sjónarmiðum.
Hann metir, at avgerðin verður tikin í málinum um fýra vikur.
Málið snýr seg í stuttum um, at Frankie Jensen varð sagdur úr venjarastarvinum í B71 í fjør, tí tað var stríð millum hann og leikararnar. Jensen hevði sáttmála við felagið úr Sandoynni fyri tvey ár, og hann metir seg hava rætt til pengarnar.
Upphæddin er gott og væl 250.000 krónur.
Tað eydnaðist ikki at fáa viðmerking frá Ragnar Fossdalsá, sum er formaður í B71.