Avger landsstýrismaður sjálvur sína politisku lagnu

Fyri kortum varð opinberað fyri føroyska almenninginum, at ein av landsins kosnu monnum, sum enntá situr í einum av fremstu álitisstørvum landsins, er skuldsettur fyri at hava framt eitt sera álvarsligt brot á revsilógina.

Tann sera viðkomandi og áhugaverdi spurningurin er nú, um hetta skal fáa nakrar avleiðingar ella ikki.

Undir øllum umstøðum antin so ein avgerð verður tikin - fyri ella ímóti - ella fyri tann skuld als ikki - so verður við hesum statuerað eitt fordømi og ein fyrimynd fyri eftirtíðina.

Okkara politiska skipan, t.v.s. ein og hvør landsstýrismaður og løgtingsmaður eigur í hesi løtu bara at gera sær púra greitt, at tað her og nú verður knæsettur ein mátistokkur fyri etiska og moralska støðið her í landinum, sum kemur at fylgja teimum og okkum øllum restina av lívinum.

Vit skulu eisini minnast til, at støðið skal leggjast óheft av, um viðkomandi seinni verður fríkendur í rættinum. Spurningurin er nevniliga, um tað ikki altíð og uttan undantak og fullkomuliga óheft av einum seinni úrsliti í rættinum, men bert uppá grundaðan illgruna um meira álvarslig brotsverk, er rætt at loysa landsstýrismann úr starvi.

Tá hetta mál verður umrøtt er ógvuliga umráðandi ikki at blanda persónin uppí málið. Persónurin hevur í hesum samanhangi ongan áhuga og er málinum fullkomuliga óviðkomandi.

Málið er ei heldur juridiskt, tá vit av góðum grundum ongar skrivaðar reglur hava fyri tað álit og trúvirði, sum ein landsstýrismaður skal njóta millum manna.

Øll sakin eigur tískil at avmarkast til henda rættuliga grundleggjandi og principiella spurningin, nevniliga um eitt sokallað rættarsamfelag við bert einum veti av sjálvsvirðing í heila tikið kann forsvara, at persónur, sum skuldsettur er fyri álvarsligt revsilógarbrot, framhaldandi kann verða sitandi í týðandi almennum álitisstørvum.

Ongin ivi er um, at slíkar álvarsligar skuldsetingar beinanvegin og uttan nakað ivamál høvdu fingið avleiðingar fyri ein og hvønn ráðharra í okkara grannalondum.

Hetta hava vit eisini fingið váttað av statsrættarserfrøðingum!

Antin tað so var danski, norski, svenski, ella onkur annar forsætisráðharri, so hevði hesin verið noyddur at loyst henda ráðharra úr starvi, antin hann so vildi tað ella ikki. Hetta hevði hann gjørt væl vitandi um, at fólkavalda tingið ikki eina løtu hevði himprast við at lagt fram misálitisváttan móti ráðharranum og kanska móti allari stjórnini, um hann ikki sjálvur tók í egnan barm og setti hann frá í stundini.

Men hesir standardir og hesi krøv til moralska støðið hjá stjórnarlimum í øðrum londum galda kanska ikki fyri ráðharrar undir føroyska heimastýrinum?

Vit hava eftir øllum at døma eitt annað støði, um vit haa nakað støði yvirhøvur?

Anfinn Kallsberg løgmaður er tann einasti av okkara politikarum, sum hevur fyribils tikið støðu til málið.

Løgmaður hevur nevniliga alment boðað frá, at tað má vera upp til landsstýrismannin sjálvan at taka avgerð, um hann skal verða loystur úr starvi ella ikki.

Landsstýrismaðurin skal sostatt samb. Anfinn Kallsberg, sjálvur persónliga og uttan uppíblanding frá løgmanni taka avgerð, um tað skal fáa avleiðingar fyri starvið, at hann er skuldsettur fyri álvarslig brot á revsilógina!

Hesa støðutakan grundar Anfinn Kallsberg, løgmaður, fyrst og fremst á alment viðurkendu grundregluni um, at ongin er sekur fyrr enn hann er dømdur.

Víðari verður sagt, at vit hava eitt lóggevandi, eitt dømandi og eitt útinnandi vald, og at hesi eiga ikki at verða blandað saman.

Talan er um eitt mál, sum hoyrir heima hjá tí dømandi valdinum og at tað tískil burturav er upp til dømandi valdið at avgera, um ein skuldseting ella ákæra skal fáa avleiðingar fyri viðkomandi ella ikki.

Men her fer Anfinn Kallsberg so ruddiliga skeivur, og hevur fullkomuliga misskilt, hvat málið veruliga snýr seg um!

Talan er og hevur ongantíð verið um at døma nakran Anfinn Kallsberg! Ei heldur tekur løgmaður sær dømandi vald við fyribils at loysa ein landsstýrismann úr starvi til sakin er avgreidd. Verður persónurin fríkendur, so er hann reinsaður og kemur sjálvsagt aftur í starvið!

Nei, spurningurin snýr seg stutt sagt og heilt einfalt um, um tað er sambærligt við eitt so týðandi starv, sum landsstýrismaður, at sami persónur, sum skal umsita og handheva landsins lógir, samstundis er undir grundaðum illgruna fyri at hava framt groft brot á hesar somu lógir!

Stuðlar Anfinn Kallsberg, samgongan og í seinasta enda løgtingið, eini principavgerð um, at tað av eini hvørji løgnari grund ikki skal fáa avleiðingar fyri ein ráðharra í Føroyum at verða skuldsettur fyri álvarsligt brotsverk, so reisir hann samstundis nógvar spurningar, sum hann er svar skyldugur.

Tekur Anfinn Kallsberg ikki nakrar avleiðingar av hesum álvarsmáli, verður gingið út frá, at hann alment svarar hesum viðkomandi spurningum:


1) Hvat er tað, sum rættvísger, at slík mál ikki skulu fáa avleiðingar í Føroyum, samstundis sum vit kunnu staðfesta, at tey fáa avleiðingar aðrastaðir?


2) Er ein slík tyngjandi skuldseting sambærlig við útinningina av einum av landsins hægstu álitisstørvum?


3) Hvussu ímyndar Anfinn Kallsbert sær at tað altavgerðandi álitið á politisku skipanina skal varðveitast, tá persónar skuldsettir fyri álvarslig brotsverk framhaldandi sita í landsins leiðandi størvum?


4) Er tað eftir serføroyskum normum í lagi, so má spurningurin setast um nakað mark í heila tikið skal vera fyri at røkja landsins hægstu álitisstørv, t.v.s. skal ein landsstýrismaður framhaldandi sita hóast hann er skuldsettur fyri onnur og kanska enntá fleiri sera álvarslig revsilógarbrot v.m.?


Skal man taka Anfinn Kallsberg uppá orðið, so er úrslitið fyribils væl tað, at ein føroyskur ráðharri verður sitandi sjálvt um hann er tikin uppá feskan gerning í álvarsligum lógarbroti - tí sum tað er sagt og endurtikið - hann er jú ikki sekur fyrr enn hann er dømdur og tað kann sum kunnugt taka bæði mánaðir og ár til endaligur dómur verður feldur um rættarskipanin við býrætti, landsrætti og hægstarætti verður troytt fult út!

Er hetta tað støðið, sum nú verður lagt, samstundis sum hesir somu menn ætla at gera Føroyar til ein sokallaðn suverenan stat, so sigi eg bara Guð náði okkum øll somul!


Bjørn á Heygum