Líka síðan Bjørn Kalsø, landsstýrismaður 30 juli tók avgerðina um at seta Vilhjálm Gregoriussen í starv sum nýggjan stjóra á Vinnuháskúlanum, hevur telefon hansara ringt tíðliga og seint, og sms-ini hava verið nógv.
- Tey allar flestu hava stuðlað mær i avgerðini. Summi hava funnist at, men tað hevur ikki gjørt mær nakað. Eg havi alla tíðina hvílt fullkomiliga í mær sjálvum, tí eg eri sannførdur um, at eg tók rætta avgerð.
10 umsøkjarar vóru til starvið, og setanarnevndin innistillaði tríggjar teirra.
Bjørn Kalsø var ikki samdur í innstillingini, tí hann sá nakrar veikleikar í tilmælinum. Eitt nú helt hann ikki, at innstillingin var nú væl grundað í útbúgvingunum hjá umsøkjarunum, og tí setti hann setanarnevndini nakrar spurningar.
Bæði setanarnevnd og aðalstjórin vóru samd við honum í, at Vilhjálmur Gregoriussen var nógv tann best útbúni umsøkjarin í mun til orðingarnar í lýsingini eftir stjóra. Og løgfrøðiliga ráðgevingin í Mentamálaráðnum og nú fyrrverandi aðalstjórin søgdu, at avgerðin bæði var lóglig og sakliga grundað.
Bjørn Kalsø hevur fingið ákoyringar fyri ikki hava sett tann umsøkjaran, sum setanarnevndin innstillaði sum nummar eitt í starvið.
Kundi ikki gerast øðrvísi
- Men tað kundi eg ikki gera, tí hin var so nógv betri útbúgving og hevði so nógvar royndir. Tað hevði ikki borið til at valt nakran annan umsøkjara, sigur Bjørn Kalsø.
Áðrenn hann tók avgerðina, tryggjaði hann sær tó at hava heimild til ikki at seta nummar eitt innstillaða í starvið. Umframt at ráðføra seg við innanhýsis løgfrøðina í ráðnum, spurdi hann seg eisini til ráðs hjá uttanhýsis løgfrøðingi.
- Tað hevði eisini verið løgið, at eg hevði skyldu til at fylt innstillingini hjá setanarnevndini, tí so kundi setanarnevndin tað sama verið setanarmyndugleiki, men setanarmyndugleikin er landsstýrismaðurin, sigur Bjørn Kalsø.
Hann hevur verið lagdur undir at tikið avgerðina í hevnisøku, tí undanfarni stjórin á Vinnuháskúlanum segði svágin hjá Bjørn Kalsø úr starvi fyri nøkrum árum síðan. Tá vórðu tríggir lærarar uppsagdir vegna vantandi útbúgving.
- Vónandi trýr eingin upp á slíkt. Tað eru eisini komin inn dulnevnt skriv til Mentamálaráðið í hesum málinum, men eg havi ikki lisið tey. Eg spurdi umsitingina um nakað so grovt var í brævinum, at eg skuldi beina tey víðari. Tað var tað ikki, og so er ikki meira at siga um tað, sigur Bjørn Kalsø.
Stjórin á Vinnuháskúlanum var áramálssettur, og sum áramálssettur fekk hann eyka løn. Tí hevði hann einki krav um at verða settur aftur. Áður bar til at lýsa størv leys og viðmerkja, at skikkaður umsøkjari var til starvið. Tann tíðin er farin og skulu allir umsøkjarar viðfarast eins í mun til teirra kvalifikasjónir, sum skulu svara best til orðingarnar í lýsingini.
Bikarið fleyt yvir
Mong fólk vóru bilsin, tá ið tað frættist, at Leivur Harryson hevði sagt seg úr starvi sum aðalstjóri í Mentamálaráðnum, og tað kom fram, at samstarvstrupulleikar vóru millum landsstýrismannin og aðalstjóran.
Sambært Bjørn Kalsø komu samstarvstrupulleikarnir ikki í orsakað av av málinum um stjórasetanina á Vinnuháskúlanum. Men hesi málini hava stungið seg upp í miðlunum samstundis, og tað var hetta, ið fekk bikarið at flóta yvir.
Henda eina morgunin spurdi hann í Mentamálaráðnum eftir innanhýsis løgfrøðini. Aðalstjórin svaraði, at allar vóru í summarfrí uttanlands. Skuldi hann hava fatur á løgfrøðingi, mátti hann finna hann sjálvur.
- Eg eri ikki ein maður, sum rópi hart, men eg hevjaði kanska røddina eitt sindur, tá ið eg segði, at aðalstjórin átti tað uppgávuna, og at hann hevði at finna ein løgfrøðing sama fyrrapart, sigur Bjørn Kalsø.
Hann er fegin um, at hann vendi sær til løgmansskrivstovuna um at fáa nýggjan aðalstjóra, tá ið sambandið teirra millum ikki riggaði.
- Kunnu landsstýrismaðurin og aðalstjórin ikki samstarva, so steðgar alt upp.
Bjørn Kalsø sigur, at hann ikki kundi liva við teimum ósannindum, sum aðalstjórin bar fram, at hann var gingin uttan um hann og ikki hevði fylgt vanligum mannagongdum, tí hann hevur fylgt øllum fyrisitingarligum reglum uttan at fara uttanum aðalstjóran og hann hevur heldur ongan trýst í ráðnum.
- Hasi málini stressaðu meg ikki so nógv, men tey komu at fylla nógv í mínum arbeiði, og tey høvdu í nakrar dagar við sær, at nóg góðar stundir ikki vóru til aðrar neyðugar uppgávur.
Bjørn Kalsø er fegin um nýggja aðalstjóran, hann hevur fingið, Poul Geert Hansen, sum hann væntar sær gott samstarv við. Og í ráðnum eru dugnalig starvsfólk.
Hann sigur, at frá hansara síðu eru málini um stjórasetan og um aðalstjóran avgreidd. Nú vil hann sleppa víðari, tí tað standa fleiri spennandi og nýggjar avbjóðingar fyri framman.