Avgerandi er at álitið heldur

Hóast oyðileggjandi borgarakríggið, sum hevur verið í Guate­mala, so finna vit her Amalonga, eina oasu, eitt satt paradís. Ein uppfylling av lyfti Harrans um hvat hendir, tá fólk Hansara vendir sær til Hann, skrivar Jenis av Rana millum annað í lesarabrævi

Jenis av Rana, Løgtingsmaður fyri Miðflokkin



Í tí kjaki, sum seinastu tíðina hevur verið um lívsførslu, og um hvat samfelagið eigur ella ikki eigur at loyva, hev­ur verið ført fram, m.a. av løgmanni, at avgerðandi treyt fyri framgongd er tol­semi yvirfyri m.a. homo­sexuellum livihátti.
Nú eru ymiskar hugsanir um hvat framgongd er. Tað ein metir vera framgongd kann av øðrum verða mett mótsatt. Vit áttu tó at verið samd um, at broytingar, ið framdar verða persónliga eins væl og samfelagsliga, eiga at bera við sær eina trygd, ið ber og heldur, tá á stendur.
Samfelagsbroyting, ið gev­ur framgongd uppá lánta tíð, fyri síðani at sláa aftur sum ein boomerang við óhepnum og kanska skaðiligum fylgj­um, er ikki verd at bera heitið framgongd, heldur mótsatt. Og sjálvur eri eg sannførdur um, at hugsanir løgmans, við fylgi, eru beinleiðis skaði­ligar fyri samfelagið- og veruleikan hava tær einki samband við.

Varandi broytingar
Fá munnu tey samfeløg vera, sum so ríkiliga eru sign­aði av Skaparanum, sum føroyska. Runt land okkara eru menniskju, hvørs lív vórðu broytt, tann dagin tey møttu tí livandi Frelsaranum. Og gjøgnum hetta møti hjá tí eina broyttust familjur, bygdaløg, ja samfelagið alt.
Tær broytingar, ið komast av at møta og velja at fylgja Guði, eru broytingar, ið varða og sum ongar óhepnar seinfylgjur eru heftar at- tvørturímóti.
Loyvið mæt í stuttum at siga frá heilum býi, eitt dømi av fleiri, ið broyttist, tá íbúgvarnir valdu at fylgja Jesusi. Eg hevði forætt at vitja tey, og endurgevi stutt frá hesum undrunnar staði.

Barrir stongdu og fangahús lótu aftur, tá Jesus kom á vitjan
Býurin Amalonga liggur í Guatemalska háglandinum, og er forbýur til annan bý við 250000 búgvum. Tú kann ímynda tær Amalonga liggjandi úti í Havnardali, húsini spjadd um allan dalin, fjarstøðan eitt vet longri frá høvuðsbýnum enn frá Havnini. Har búðu fyri 15 árum síðani 6000 menniskju í ringastu armóð og fátækt, ið sigast kann frá. Býurin hevði 36 barrir, 4 fangahús, arbeiðsloysið var metstórt, spákaði tú runt, lógu full fólk, menn og kvinnur, slødd víða um og dagliga doyðu 2-3 smábørn av sjúku og hungri.
Eitt kvøldið kemur ein av hesum druknu monnunum slørandi gjøgnum býin, navn hansara er Mariano, er miðskeiðis í 30 árunum, dagligdagur hansara er merkt­ur av drukk og óflýggjaskapi. Bráddliga hoyrir hann eina rødd, klára og týðuliga: eg fari at nýta teg í verki mín­um. Men eingin var har- Mariano gjørdist púra edrúur. Hann skilti, at tað var Gud, ið talaði. Mariano gjørdist ongantíð aftur hin sami, lívið broyttist 100%.
Eins íðin og Mariano hevði verið í tænastu deyðans, gjørd­ist hann í tænastu nýggja vins síns, Jesusar. Alla staðir, har hann kom, prædikaði hann óræddur evangeliið, og menniskju vórðu umbroytt.

Handaverk frelsarans
Áðrenn Harrin vitjaði Ama­longa jarðaðu tey dagliga 2-3 smábørn. Hesi doyðu av sjúku og/ ella hungri. Í dag er barnadeyði ókent fyri­brygdi.
36 barreigarar góvu lív sítt yvir til Frelsaran, barr­irnar vórðu stongdar, flestu teirra eru í dag handlar av ymiskum slagi. Tvær barrir eru, men bert vitjandi aðra­staðir frá koma á dyr.
4 fangahús vóru, einki teirra er í dag. Seinasta varð stongt í ´98, tað verður í dag m.a. nýtt til brúdleyp og onnur hátíðarhald
Meginparturin av løg­­reglu­monnunum eru givnir, tørv­ur er ikki longur á teimum, teir 3, ið eftir eru, fáast við toll- og skattaavgreiðslui.
Fólkatalið er økt frá 6000 fyri 15 árum síðani til 24000 í dag.
Arbeiðsloysi er ókent fyri­brygdi í dag, tvørturímóti streyma arbeiðsfólk til Ama­longa aðrastaðir frá, man metir millum 2500-3000 dag­­liga.
Miðallivialdurin í Amo­longa, sum fyri 15 árum síð­ani var 40 ár, er í dag útí­móti tí vit kenna.
Hagtøl siga, at 92 % av íbúgvunum í dag eru endur­fødd trúgvandi!

Og grøðin!
Amalonga er í dag kendur sum grønmetisgarður Ameriku. Hesin býur, sum áðrenn vekingin byrjaði ikki megnaði at breyðføða egnum íbúgvum, útflytir nú grønmeti til bæði mið- og norð­uramerika, og tey droyma um at gerast grøn­meti­s­út­flytarar til allan heim­in.
Tað, tey framleiddu av grøn­meti um mánaðin, framleiða tey eftir einum degi í dag. Og støddin á grønmetinum er ovurhonds og ókend aðra­staðir. Serfrøðingar vitja fyri at royna at finna orsøkina, vísindaliga niðurstøðan er, at eitthvørt evni finst í jørðini, sum teir, halt tær fast, hava valt at kalla manna.
Fimm ferðir skjótari er vøkst­urin har, enn aðra­stað­ir.

Á gøtunum í Amalonga
Ein morgum í februar spák­aðu vit gjøgnum gøturnar í Amalonga, marknaðardagur var. Har seldu tey grønmeti og frukt av øllum slag, gula­røtur so stórar, sum tú bert droymir um, fyri at taka eitt dømi. Friðurin valdaði, tú sá ikki ein druknan, øll vóru vælklødd. Úti á markunum arbeiddu vaksin og ung, børn­ini komu úr skúlanum, har var himmalskur friður.
Vit vitjaðu borgarstjóran, alt býráðið var møtt upp, ein stórfingin móttøka. Síggj fyri tær eina lítla bý­­ráðs­­­skriv­­stovu, 9 guate­malsk­ir politikarar og 20 norðurlendingar, saman sungu vit Honum prís, sum í kærleika Sínum ynskir at stýra dagliga degi okkara.
Hetta var av sonnum ein Himmalsk løta. Hon end­aði við, at borgarstjórin leiddi í bøn og hann endaði á knø­unum, lovprísandi Gudi.

Ein stutt samanbering
Guatemala varð herjað av borgarastríði í gott og væl 30 ár, friðarsemja varð gjørd í 1998. Borgarstríðið, saman við arbeiðsloysi og vána leiðslu, hevur skapað eitt samfelag í djúpastu kreppu. Jú mong eru rík, glæstri­borgir tú sjáldan sær, fylla høvuðsstaðin, men í sama býi, og úti um landi, er neyðin so ovurhonds, at tað illa kann sigast frá. Sjúka og fátækt, ein miðallivialdur, sum í økj­um neyvan røkkur 50 árunum- og dagliga doyggja tey av hungri og sjúk­um, sum annars kunnu lekj­ast.
Men mitt, mitt í hesum finna vit Amalonga, eina oasu, eitt satt paradís, ein upp­fylling av lyfti Harrans um hvat hendir, tá fólk Hans­ara vendir sær til Hann. Bert fimm minuttir eru at koyra til høvuðsbýin við sín­um 300.000 íbúgvum, har ótryggleiki, neyð og avguda­dýrkan enn heldur fólkinum í størstu fátækt.
Amalonga var kent fyri fátækt, rúsdrekkanýtslu, okkultismu og avgudadyrkan. Nú 15 ár seinni er Amalonga kent sum undrunnarbýurin. Tveir marknaðardagar eru um vikuna, hesar dagar keypa og selja tey grøði sína, og síðani verður fermt í stór­ar trailarar, sum bønd­irnir sjálvir eiga. Hesir trail­arar, ið eru eyðkendir fyri at vera prýddir við Bíbliu­orðum, koyra grøðina runt alt Amerika, bæði norður-, mið- og suður.

Visión 2015 veruleiki
í 2006?
Vit fingu ein faldara frá Mariano, pastorinum. Í hes­um faldara greiða tey frá undrunum í Amalonga. Tað vermdi hjarta mítt, tá eg í faldaranum las ørindi úr 2. Krýnikubók kap. 7 vers 14.- lyftið Guds til teirra, ið líta á Hann, einstaklingar, familjur og tjóð.
Gævi vit føroyingar gjørdu sum hesi fátæku, ørmu fólk í Amalongadalinum. Gævi vit treytaleyst vendu okkum til Harran, settu alt álit okkara á Hann, og lótu Hann stýra dagliga degi okkara frá tí minsta til tað størsta, heima, í skúla, í arbeiði, í býráði, á løgtingi og í landsstýri.
Tá gjørdist visión 2015 veruleiki longu í 2006.