Jacob Vestergaard, var framsøgumaður fyri Fólakflokkin. Hann helt seg kunna lesa av uppskotinum til játtanarkarmarnar, at avgjaldsøðin fer at halda fram í 2017.
Hann var eisini niðri í smálutum og fanst at, at karmarnir ikki vísa, at farið verður undir Hvalbiartunnilin komandi ár..
Hann undraðist eisini yvir, at rentubyrðan er so lág, men hann vildi ikki leggja nakran undir kreativa bókføring:
-Tað kunnu onnur gera, men tølini eru ógvuliga áhugaverd, segði jakob Vestergaard, Fólkaflokkurin.