Kyndil hevur nú matematiska vissu fyri, at tær eru annar parturin, tá FM-finalurnar verða á skránni um páskirnar.
Kyndil vitjaði í dag hjá VB, og tað var ein alt annað enn løtt uppgáva. Heimaliðið hevði munin størsta partin av fyrra hálvleiki, og hóast Kyndil royndi at svara aftur, so var VB á odda í steðginum.
Alt hetta broyttist tó fyrstu løtuna eftir steðgin. Kyndil vann seg upp á 18-14, men VB svaraði tó aftur og kom upp javnt. Men við góðum spurti seinastu 10 minuttirnar setti Kyndil tingini upp á pláss, soleiðis at tær nú kunnu fyrireika seg til FM-finalur.
Besti málskjútti hjá Kyndli var sum ikki einaferð Simona Petersen. Hon skeyt 11 mál í dag. Ingrida Kyodyte skeyt seks mál fyri VB.
VB-kyndil 21-24 (12-10)