Avgustarnir í Sundalagnum hava fylt nógv í miðlunum hesar seinastu dagarnar.
Sum kunnugt eru tveir av teimum fýra avgustunum deyðir, og í gjár var annar teirra sleipaður til hvalastøðina við Áir og fortoyaður har.
Klokkan 10 týsdag fyrrapart var so farið undir at hála avgustin upp á hvalastøðina.
Síðani var farið undir at flensa hann og skera kjøtið og innvølar av honum. Alt verður fyribeint, deils tí at ikki hevur verið siður at eta tvøst ella skip av avgusti um okkara leiðir, og deils tí, at hvalurin er sjálvdeyður og hevur ligið deyður í eina tíð.
Tá tvøstið er skorið av avgustinum, verður hann togaður til sjós aftur, har hann skal liggja og rotna, so alt kjøt er burtur. Tað fer at taka millum eitt og tvey ár.
Ætlanin er at toga avgustin til sjós aftur við hvalastøðina við Áir, og tá hvalurin er púra reinur, skal hann so takast upp aftur og leggjast inn á hvalastøðina sum ein framsýningarlutur.
Tað er ikki á hvørjum degi, at avgustar liggja millum oyggjarnar, og at so fýra avgustar velja at nálga seg upp at einastu hvalastøð á norðraðu hálvkúluni má sigast at vera lagnunnar speisemi.
Tað seinasta nýggja er annars, at tann eini avgusturin er farin til havs aftur, meðan tað er eitt sindur óvist, hvussu verður við tí fjórða og seinasta avgustinum.