Svenski tónleikari Avicii, hvørs veruliga navn er Tim Bergling, hevur í dag boðað frá, at konsertirnar á hansara núverandi konsertferð eru tær seinastu, ið hann fer at spæla.
Tónleikarin skrivar á síni heimasíðu, at hann ynskir at brúka meira tíð upp á privatlívið.
- Eg eri vælsignaður, tí eg havi fingið møguleikan at ferðast um allan heim og framføra, men eg havi ov lítla tíð til lívið sum ein vanligur persónur.
Hóast hann gevst við at framføra á konsertum, so sleppur sviin ikki heilt tónleikinum.
- Eg fari tó ikki at gevast við tónleikinum. Eg fari framhaldandi at tosa við mínar fjepparar gjøgnum hann, men eg havi avgjørt, at 2016 konsertferðin verður mín seinasta konsertferð og tær verða mínar seinastu konsertir. Lat okkum enda tær við einum braki.
Millum kendastu sangirnar hjá Avicii eru Wake Me Up, Waiting for Love og Levels.