Tað sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýrikvinna í heilsumálum, í svari til fyrispurning frá Kristionnu Winther Poulsen, sum setti landsstýriskvinnuni ein grein 52a fyrispurning um málið.
Kristianna Winther Poulsen spurdi soleiðis:
1. Hvat skal til fyri at fáa eina skipan við føstum kommunulæknum til búfólk á ellis- og røktarheimum?
2. Hvørjar fyrimunir og vansar sær landsstýriskvinnan við eini slíkari skipan?
3. Hvørjar forðingar eru fyri, at ein slík skipan kann verða sett í verk?
4. Er landsstýriskvinnan sinnað at arbeiða fyri at fáa eina slíka skipan setta í verk?
Súsanna Bertholdsen sigur í svarinum til spurningarnar, at Heilsumálaráðið arbeiðir við málinum at fáa eina skipan við kommunulæknum knýttum at ellis- og røktarheimum kring landið.
– Arbeiðið verður gjørt í tøttum samstarvi við viðkomandi samstarvsfelagar, sum eru Kommunulæknafelag Føroya, Kommunufelagið og herundir leiðslurnar fyri eldraøkini kring landið umframt Heilsutrygd.
– Av tí, at talan er um eina nýggja og stóra uppgávu, verður hildið, at tað er skilabest, at arbeiðið verður gjørt í stigum. Fyrsta stigið verður at gera nakrar royndarskipanir, sum verða royndar á útvaldum ellis- og røktarheimum saman við ávísum kommunulæknum.
Hesin leisturin skal tryggja, at vit fáa eina dygdargóða og tryggja skipan, sigur landsstýriskvinnan.
Hon sigur víðari, at eftir summarsteðgin verður farið undir at gera uppskot til innihald í royndarskipanunum. Ein partur av hesum arbeiði er at lýsa, hvat krevst fyri at seta eina slíka skipan í verk. Arbeiðið verður gjørt í samstarvi millum kommunulæknar og leiðslurnar á ellis- og røktarheimunum, sum luttaka í royndarskipanini umframt Heilsutrygd og Heilsumálaráðið.
– Ætlanin er at fara undir royndarskipanirnar tíðliga í heyst. Tá royndartíðarskeiðið er lokið, verða royndarskipanirnar eftirmettar. Síðani verður støða tikin til, hvussu ein skipan við kommunulæknum knýttum at ellis- og røktarheimum kann gerast.
– Tað eru fleiri fyrimunir við eini skipan við kommunulæknum knýttum at ellis- og røktarheimum. Royndir úr Danmark vísa, at ein sonevndur røktarheimslækni, ið regluliga vitjar búfólk, kann fylgja heilsustøðuni og sjúkugongdini hjá teimum og tryggja, at búfólk fáa rættari og betri viðgerð og heilivágsviðgerð. Heilsustøðan hjá búfólkunum kann yvirskipað gerast betri. Skipanin kann eisini fyribyrgja, at búfólk verða innløgd á sjúkrahús óneyðugt. Fyri Sjúkrahúsverkið er tað ein fyrimunur, at bert tey, sum hava tørv á innlegging, verða innløgd, sigur hon.
Kommunufelagið og leiðslurnar á eldraøkinum hava víst á, at sum nú er brúka starvsfólk á ellis- og røktarheimum nógva tíð uppá at fáa fatur á kommunulæknum. Hjá kommunulæknum er tíðarkrevjandi at fara á sjúkravitjan á fleiri ellis- og røktarheimum.
Við skipanini við kommunulækna knýttum at ellis- og røktarheiminum, ber til at gagnnýta starvsfólkaorkuna betri enn nú.
– Eg síggi ikki vansar fyri búfólk, starvsfólk á ellis- og røktarheimum, kommunulæknar ella Sjúkrahúsverkið, við eini slíkari skipan, sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum í svarinum til løgtingskvinnuna Kristionnu Winther Poulsen.