Maðurin, sum hevur bústað í Keypmannahavn, hevur sitið avbyrgdur í varðhaldinum síðan 16. januar, tá hann varð tikin í danska høvuðsstaðnum.
Ákærin hevði fýra punkt í ákæruritinum, og tey snúðu seg øll um at selja rúsevni og skipa fyri rúsevnasmugling.
Hann er ákærdur fyri at hava staðið fyri smugling av tilsamans 50 grammum av kokaini til Føroyar, har hann hevði eina úrtøku á 12.500 krónur. Eisini er hann ákærdur fyri at hava staðið fyri smugling av einum kilo av hassji til Føroyar á vári ella sumri í 2001, tá hann hevði eina úrtøku á 10.000 krónur.
Harumframt er hann ákærdur fyri at hava selt og keyp kokain og hassj í Keypmannahavn.
Ákærin kravdi, at rættarfundurin fer fram fyri afturlatnum hurðum, tí kanningararbeiðið í øðrum máli ikki er liðugt enn. Hesum tók dómarin undir við. Hann vísti á, at í Danmark hava fjølmiðlar rætt at kæra eina slíka avgerð um afturlating av hurðum, men so er ikki í Føroyum.
Ein partur av próvførsluni hjá ákæruvaldinum var avlurting av telefonsamrøðum, tí í rættinum var útgerð at lurta eftir bandaðum samrøðum. Dómur fellur skjótt í málinum, og hann hava vit vónandi við í blaðnum í morgin.