Avlýsingar hjá SSL

Veðrið tarnar samferðsluni.

 

SSL boðar frá, at ongin siging er á leið 58 í dag, tað er Hvannasund, Svínoy, Fugloy.

 

Um leið 7, ið er við Smyrli um Suðuroyarfjørð, verður sagt soleiðis:

 

Fyri veður verður siglt soleiðis á leið 7, mánadag 7. oktober: Av Krambatanga kl. 6:00 og kl. 18:45 og av Havnini kl. 8:45 og kl. 21:15. Tvs., at túrurin úr Suðuroy kl. 11:30 og úr Havnini kl. 16:00 verður ikki sigldur.

 

Harumframt skal boðast frá, at Smyril siglir vestanfyri og tí kann roknast við seinkingum á leið 7.