Avmarkað útsýni úr Vinnu- og javnstøðumálaráðnum

So hendi tað aftur. At tað var ógjørligt at finna eitt einasta konufólk við røttum førleikum til nevndararbeiði. Hesaferð til at umboða almennar partapengar í nevndini í einum partafelag, har tað almenna eigur tveir triðingar av partapeninginum

Avmarkað útsýni

Við so lítlum vilja til at fremja javnstøðu, tykist lítil og eingin vón vera fyri at hugsa nakað petti øðrvísi, enn gjørt hevur verið í alt ov langa tíð. Hvussu skal vinnu- og javnstøðumálaráðharrin megna at búgva okkara samfelag út til framtíðina, tá ið hansara virksemi ber dám av so avmarkaðum útsýni og so vanabundnari hugsan?

 

Harmiligt er, at landsstýrismaðurin í vinnu- og javnstøðumálum ongan vilja vísir til at royna nýggjar leiðir á hesum øki. Harmiligari er, at hann sendir tey greiðu boðini til helvtina av íbúgvunum í Føroyum, at teirra førleikar ongan áhuga hava, tá ið fólk skulu finnast til nevndararbeiði. Og harmiligast er, at Føroyar hava ein landsstýrismann í vinnu- og javnstøðumálum, sum ikki hirðir at virða ta lóggávu, sum hann sjálvur umsitur.

 

Málsøkið

At gerast landsstýrismaður/ -kvinna hevur við sær bæði spennandi og minni spennandi uppgávur. Treyðugt so, tí tað hevði verið ov nógv kravt, at ein og sami persónur skal brenna eins nógv fyri øllum málsøkjunum.

 

Og tað var neyvan tankin um málsøkið javnstøðu, sum var høvuðsorsøkin til, at Jóhan Dahl ynskti at átaka sær uppgávuna sum landsstýrismaður í vinnu- og javnstøðumálum. Men javnstøðumál hoyra nú einaferð heima í Vinnumálaráðnum. Og tí eiga landsstýrismaðurin og fyrisiting hansara at ganga á odda, tá ið talan er um at taka atlit til javnstøðulógina í øllum teirra virksemi.

 

Serliga torført?

Hetta nevndarvalið var serliga torført, skrivar landsstýrismaðurin í vinnu- og javnstøðumálum í skrivi, prentað í bløðunum 6. mai. Tí í hesum føri skuldu atlit takast til fleiri áhugamál og viðurskiftir. Og hendan nevndin skal sambært landsstýrismanninum vera ‘før fyri at taka sær av sínum leiðsluuppgávum ... og samstundis vera ein konstruktivur og skikkaður sparringspartnari fyri stjórnina.’ Sambært landsstýrismanninum er tað eisini umráðandi, at nevndin altíð tekur avgerðir óheft av seráhugamálum. (!)

 

Hyggasíggj! So lærdu vit hetta um nevndararbeiði. Men vita vit meira um, hví ásetingarnar í javnstøðulógini ikki vórðu hildnar?

 

Førleikarnir

Í eini roynd at verja valið av nevndarlimum reksar Jóhan Dahl eisini upp eina røð av førleikum, hann serliga hevur lagt dent á í sambandi við hetta valið. Tað sigur seg sjálvt, at allir hesir førleikar ikki finnast hjá einum og sama persóni. Og tí er ein nevnd samansett av fleiri fólkum, sum saman kunnu geva leiðsluni og hvørjum øðrum neyðugt mótspæl og avbjóðingar.

 

At ikki eitt einasta konufólk finst við einum ella fleiri av teimum førleikunum, sum Jóhan Dahl sigur seg hava lagt dent á, kann ikki vera rætt. Og tí er setanin av nevndini hjá Atlantic Airways snøgt sagt ov illa úr hondum greidd.