Nú eru 1.000 amerikanskir fangar avrættaðir, síðani deyðarevsingin bleiv sett aftur í gildi í 1976 Í nátt varð tann 36 ára gamli Marvallous Keene avrættaður í einum fongsli í amerikanska statinum Ohio, og sostatt eru 1.000 deyðadømdir amerikanarar tiknir av døgum síðani 1976.
Tá avgjørdi amerikanski hægstirættur at loyva deyðarevsing, eftir at hon hevði verið bannað í tíggju ár. Tó hendi tann broyting, at bara drápsmenn kunnu dømast til deyða.
Formansskapurin í ES hevur sent amerikonsku myndugleikunum eitt mótmæli í sambandi við, at fangi nummar 1.000 er tikin av døgum. Í mótmælinum stendur millum annað, at tað er neyðugt at banna deyðarevsinhg fyri at verja mannarættindini.