Avsmurningur í Alpunum

Sveisiska liðið var nógv meira ágangandi í dystinum niðri í Sveis leygarkvøldið, enn tað var í dystinum í Føroyum mikukvøldið. Og føroyska liðið megnaði bara í løtum at fylgja við.

HONDBÓLTUR


Tað var heilt annað og meira ágangandi spæl, ið Sveis vísti leygarkvøldið, tá Føroyar vóru gestir framman fyri 1.200 larmandi heimaáskoðarum í alpubygdini Appenzell. Og tá avtornaði, gjørdist tað til ein rættan avsmurning, tí heili 14 mál vóru á muni.

At byrja við sá ikki so heilt galið út. Sveis kom upp á 3-1 og hevði møguleikan at økja, tá Lars L. Black, sum byrjaði í føroyska málinum, bjargaði brotskasti. Og løtuna eftir minkaðu Føroyar um munin, so bara eitt mál var á muni eftir fyrsta korterið í dystinum, tá støðan var 6-5 til Sveis.

Men so stóð bara fast, og í einar 10-11 minuttir eydnaðist ikki Føroyum at skora eina einastu ferð, meðan Sveis streyk avstað og økti til 12-5. Tá tóku føroysku venjararnir ein taktiskan steðg, sum vísti seg at rigga, tí næstu løtuna skoraðu Føroyar trý mál og sóu út til at vera við aftur.

Tað helt kortini ikki, tí Sveis svaraði væl aftur og var á odda 15-8 í hálvleikssteðginum. Neyvan var tann munurin heldur til at tosa seg frá, tí sveisiska liðið var klárt betri í allar mátar. Longu nú var tað bara ein spurningur um støddina á sigrinum.


Aftur skjótálop

Føroysku spælararnir vóru nóg illa komnir í gongd í seinna hálvleiki, tá Bárður Johannesen fekk reyða kortið eftir sína triðju útvísing í tveir minuttir, og tískil mátti hann uppliva restina av dystinum sum áskoðari.

Og hóast Levi Nybo tók eftirfylgjandi brotskastið, var tað stokkutur uggi, tí Sveis tóktist vilja halda fram í somu øði sum seinna partin av fyrra hálvleiki. Føroysku spælararnir høvdu megnað at tikið broddin av sveisisku skjótálopunum, ið vóru mønustingurin mikukvøldið, men nú møðin eisini fór at síggjast, gjørdust skjótálopini eitt vápn, sveisararnir fingu meira og meira burturúr.

Verjan megnaði ikki longur at halda tørn og tá málverjarnir heldur ikki høvdu ein av sínum bestu døgum, øktist munurin alsamt. Sjálvt ikki, tá stórir føroyskir møguleikar vóru í hinum endanum, megnaðu føroysku spælararnir at vera nóg kaldir, so tí kom alt ov lítið inn á málkontuna.

Har var snøgt sagt ov stórur munur á, og Sveis vísti seg frá einari heilt aðrari síðu enn mikukvøldið, og tað var meira, enn føroyska liðið megnaði at stríðast ímóti. Tá avtornaði, vann Sveis 35-21 og fekk staðfest, at styrkismunurin á Føroyum og hinum liðunum enn er so stórur, at tað í komandi dystum helst fer at snúgva seg mest um at avmarka tapini.