Almenna vitjanin hjá Hans Enoksen, frú Aaliiaraq Enoksen og fylgi, varð nógv seinkað orsakað av seinkingum í flogferðsluni. Tey komu tó til Føroya í fríggjakvøldið. Ætlandi skuldi løgmaður vera vertur við døgurða í Nadodda neystinum á Tvøroyri í fríggjakvøldið, men hetta varð av ongum. Fylgið kom til Tvøroyar við Brimli á nátt , og restin av vitjanini gekk eftir ætlan.
Leygarmorgunin klokkan 11 undirskrivaðu Hans Enoksen og Jóannes Eidesgaard avtalu millum Føroyar og Grønland um vinnumenning, útbúgvingarmøguleikar og mentan, umframt samstarv á fiskivinnuøkinum. Undirskrivingin fór fram í býráðshølinum á Tvøroyri.
Hans Enoksen sigur í viðmerking, at í Grønlandi vænta tey sær nógv av samstarvinum við Føroyingar. Tað eru mangt, ið londini bæði kunnu læra hvør av øðrum, millum annað kunnu grønlendingar læra nógv av føroyingum, tá umræður útbúgving, tí har eru føroyingar frammanfyri grønlendingar.
Hans Enoksen metir, at søguliga sambandið millum londini bæði hevur sera nógv at siga, og at tað er ein styrki, at londini bæði líkjast og eru ymisk á mentanarøkinum.
Fylgið fór eftir undirskrivingina suður eftir oyggj til Vágs, har vitjan hjá Sirri var á skránni, og Vágs Býráð var síðani vertur við morgunmatarborð á Hotel Bakkanum.
Síðani var siglitúrur á skránni. Leygarkvøldið var Tvøroyrar Býráð vertur við ein døgurða. Fylgið gisti umborð á Smyrli í og fór við Smyrli til Havnar sunnumorgunin, har vitjað varð í Grønlendingahúsinum og farið varð í kirkju í Vesturkirkjuni. Seinnapartin sunnudagin fóru grønlendsku gestirnir av landinum aftur.
Løgmaður fegnast
Løgmaður Jóannes Eidesgaard fegnast um, at samstarvið við Grønland nú er formaliserað. Hann vónar, at við hesum kemur meira ferð á og at samstarvið verður økt.
- Føroyingar og grønlendingar kunnu nú vinna frítt hvør hjá øðrum, fegnast løgmaður um, og nevnir, at hetta er ein gomul og søgulig siðvenja, sum nú er formaliserað.
Jóannes Eidesgaard fegnast um sáttmálan.
- Hetta er ein sáttmáli, sum fevnir um fleiri øki, og innan gransking og útbúgving kunnu føroyingar t.d. bjóða seg fram innan fiskivinnuútbúgving og maritimu útbúgvingar yvirhøvur, sigur løgmaður, og metir, at føroyingar eisini kunnu læra av og samstarva við grønlendingar á mongum økjum.
- Eg vóni, at alt Útnorðurøkið einaferð kann samstarva um hesi málini, sigur Løgmaður, og nevnir íslandssáttmálan.
- Tað er mín vón, at sáttmálin á ein hátt kann gerast eitt jarnbrot, so at Grønland kann koma við í samstarvið, sum Føroyar og Ísland hava, sigur løgmaður.
- Hetta er ein skilagóður sáttmáli,metir løgmaður.