Avtala um universitetssjúkrahús verður undirskrivað

Mikudagin 26. juni klokkan 15:30 verður tíðindafundur í Kongshøll á Vestaru Bryggju í sambandi við, at avtala um universitetssjúkrahús verður undirskrivað

 

Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetur Føroya fara mikudagin at skriva undir avtalu um samstarv, sum skal verða grundarlag undir einum munadyggum og granskingargrundaðum heilsuverki á høgum altjóða stigi.

 

Endamálið við avtaluni er at menna heilsuvísindaliga gransking og útbúgving í Føroyum. Harumframt skal avtalan styrkja um góðsku og evidens í tilboðum um heilsufremjan, fyribyrging, diagnostikk, viðgerð, røkt og endurvenjing til gagns fyri sjúklingar í heilsuverkinum.

 

Við hesi avtaluni um samstarv kunnu Fróðskaparsetur Føroya og Sjúkrahúsverkið formliga samstarva um heilsugransking, víðariútbúgving og undirvísing.

 

Eisini er endamálið at tryggja best møgulig útbúgvingartilboð til lesandi á Fróðskaparsetri Føroya á heilsufakliga økinum eftir tí tørvi, sum er í Føroyum.

 

Ein týðandi lutur í avtaluni er at seta upp felags mál, sum partarnir skulu leggja dent á í royndunum at tryggja starvsfólkunum og teimum lesandi í starvsvenjing so góðar karmar sum gjørligt.

 

Avtalan fer at styrkja bæði Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetur Føroya.

 

Lesið álitið um universitetssjúkrahús her.

 

Skráin fyri tíðindafundin

 

•    Vælkomin

•    Birita Ludvíksdóttir, løgfrøðiligur ráðgevi í Heilsumálaráðnum, greiðir frá álitinum um universitetssjúkrahús, sum hon samskipaði

•    Maria Skaalum Petersen, leiðari á Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum, og Magni Mohr, dekanur á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, greiða frá avtaluni

•    Avtalan verður undirskrivað

•    Spurningar og umrøða

•    Myndatøka

 

Øll eru hjartaliga vælkomin á tíðindafundin.