Avtala vantar um tannrøkt

Sjóar kommuna arbeiðir við at fáa fasta avtalu við tannlæknan í Hvalvík, tí tað er so trupult at fáa tannlæknar

Vestari armur av Skálafjørðinum hevur ongan tannlækna, og Sjóar kommuna roynir av øllum alvi at finna eina loysn, tí børnini mugu sleppa til tannlækna.
Á tannlæknastovnuni á Skála arbeiðir ein tannrøktari, men tannrøktarin kann ikki loysa allar upgávurnar. Er tað neyðugt fyri børn at sleppa til tannlækna, verður í hvørjum einstøkum føri gjørd avtala við Oddmar Færø, sum arbeiðir sum tannlækni í Hvalvík.
- Nú royna vit at fáa eina fasta avtalu við Oddmar Færø, tí hóast vit hava søkt, hevur ikki eydnast okkum at fáa okkara egna tannlækna, sigur Arthur Johansen, borgarstjóri í Sjóar kommunu.
Vónir eru tó um at fáa ein tannlækna, tí ein strandingur er nýliga útbúgvin sum tannlækni, men viðkomandi kann ikki arbeiða sjálvstøðugt beinanvegin.