Fiskiveiðieftirlitið og Færøernes Kommando hava dagført avtaluna um eftirlit við fiskiskapinum við Føroyar Seinasta hósdag skrivaðu leiðarin á Fiskiveiðieftirlitinum, Elmar Højgaard, og ovastin fyri Færøernes Kommando, Per Starklint, undir eina dagførda útgávu av avtaluni um fiskiveiðieftirlit við Føroyar.
Avtalan snýr seg millum annað um mannagongdir í sambandi við fiskiveiðieftirlitið, hvussu tað skal leggjast til rættis, útbúgving innan økið, og hvussu partarnir skulu kunna hvør annan.
Avtalan er ein dagføring av teirri gomlu avtaluni, sum stavar frá 1986, sigur Færøernes Kommando.