Avtoftið ikki bygdirnar

Nú er málið viðvíkjandi einari oljustøð blivið meira aktuelt, tí landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum krevur, at málið verður eitt samgongumál.

Hetta vil so vísa seg, hvar flokkar og serliga tjóðveldisflokkurin standa. Er landsstýrismaðurin á somu leið sum partamaður hansara, borgarstjórin í Tórshavn, so vita Føroya fólk, at tjóðveldisflokkurin er fyri einari miðsavnan, og harvið einari niðurgerð av útjaðararøkjunum. Við at leggja eina slíka støð í Tórshavn verður avtoftanin av útjaðaranum framd.

Verður ein slík støð løgd uttan fyri miðstaðarøkið verður tað at fremja framburð og gera tað, at tilboðini verða fleiri til tann ungdóm, sum í dag einki annað val hevur uttan at flyta til Tórshavn.

Tjóðveldisflokkurin hevur boðað frá loysing frá Danmark. Tað er ein greið støða, men ein loysing hevur stórar skyldur við sær. Er tað ætlanin at varðveita verðandi bústaðarmynstur, ella er tað ætlanin, at Føroyar eru bert miðstaðarøki, verður tað ein loysing við miðsavnan og harvið avtoftan av tí Føroyum, sum liggja uttan fyri miðstaðarøki.

Nú verður ikki bara tjóðveldisflokkurin men øll samgongan roynd í verki hvat tey standa fyri. Tey, sum valdu tjóðveldisflokkin í Suðuroy, settu sítt álit á flokkin, at hann vildi gera tað meiri liviligt her, soleiðis at okkara ungdómur bleiv boðin meira tilboð, enn tey hava nú. Tað loysir ongar bústaðarmøguleikar um Smyril siglur fleiri túrar, heldur ikki er nøkur loysn um flúgving verður. Tað eru arbeiðsskapandi tiltøk og tilboð til okkara ungdóm, sum skulu tryggja tilveruna her. Støða tjóðveldisfloksins til eina loysn er greið, men hvørja støðu hevur flokkurin í samgongu til viðurskiftini úti um landið.

Tað at leggja eina oljustøð, sum vil skapa nógv arbeiði og harvið gera tað liviligt, hevur stóran týdning fyri okkum, sum búgva í Suðuroy, tá verður avgerð landsstýrisins um, hvar ein slík støð skal liggja altavgerðandi fyri tilveruna her, og hetta vita løgtingsumboð okkara.

At Trongisvágsfjørður er besta staðið at leggja eina slíka støð er eingin ivi um, og tá tað frá býráðslimum í Tórshavn verður víst á, at teir hava bedingar bæði í Tórshavn og á Skála, so eru vit so væl fyri, at vit hava eina vælvirkandi beding við vælútbúnum handverkarum í Vági.

Tað hevur eisini verið ført fram, at ferjulegan á Drelnesi er ein almenn íløga. Tað er ikki beint, og helst skuldu tit halda tykkum til sannleikan. Tað er Tvøroyrar kommuna, sum hevur gjørt tað arbeiði og goldið tað.

Í Tórshavn er bygd tann fjarhitastøðin sum kostaði milliónir av borgarins pengum. Nú hevði verið gott við teimum mongu byggigrundum, sum var grundarlagið undir ta ætlan, sum kostaði nógv, men bleiv av ongum.

Ferjulegan á Drelnesi er gjørd av Tvøroyrar kommunu.

Tað er mær greitt, at hetta, sum kemur at henda, kemur at broyta okkara samfelag fyri alla framtíð, tí verður tað avgerðandi hvussu løgtingsumboð, sum umboða útjaðaran, fara at gera síni áhugamál galdandi.

Tá avgerðin um hvar ein oljustøð verður løgd er framd av landsstýrinum, verður tað miðstaðarøkið, sum vinnir frama, so skulu vit ikki vera bilsin um tað næsta verður, at ein flogvøllur verður bygdur á Glyvursnesi. Tá er málið fult greitt.

Hetta málið er eitt mál, sum kemur at vísa, hvussu samgongan roynist í verki.

Annars taki eg fult undir við tí, sum býráðsformaðurin í Klaksvík førdi fram í sambandi við tað orðaskifti, sum er farið fram um miðsavnan. Leggið alt, sum hevur við fiskivinnu í Klaksvík, eisini tað umsiting, sum er bygt upp í Tórshavn. Vit loysa ikki viðurskiftini úti um landið við einum útlíkningarprosenti, men við at flyta arbeiðspláss.

Tá so fiskivinnuviðurskiftini eru løgd í Norðuroyggjum, so skulu oljuviðurskiftini leggjast í Suðuroy.

Og sjálvandi alt tað, sum hevur við hesa vinnu at gera.

Tað eru longu milliónir av krónum goldnar, sum skattur í Tórshavn av tí oljuumsiting, sum er bygd upp har.

Tann seinasta lýsingin eftir løgfrøðingi til umsitingina sigur frá, at á hesari umsiting eru 10 starvsfólk.

Lønarlag teirra er ikki tað sama sum flakavirkisfólkið fær.

At ein útjavnin av arbeiðsplássum hjá tí almenna hevur væl eisini týdning fyri einum komandi loysingarpolitikki hjá samgonguni.

Avgerðin hjá Høgna Hoydal landsstýrismanni um, at oljustøðin er eitt samgongumál, er greið, og fer at vísa, um samgongan er fyri miðsavnan ella fer at forða fyri einari avtoftan av føroyska samfelagnum.


Sverre Midjord