Axel, sum í dag er 83 ára gamal, byrjaði at grava saman við pápanum sum 13 ára gamal. Tá pápin doyði í 1960 tók Axel sær av at grava saman við bróðurinum Esbern Jacobsen. Esbern doyði 3. jóladag í 1982 og hevur Axel einsamallur røkt gravingina síðan tá.
Tey seinastu árini hevur hann tó fingið hjálp frá soninum Jacob Mathias, umframt frá brøðrunum Hans, Jaspur og Jón Anthoniussen á Morskranesi. Eisini Jóhan Djurhuus hevur rætt Axeli ein hond.
Hátíðarhaldið byrjaði við at boðið var til ein kaffimunn við ris á l'amande og øðrum góðum.
Malena Thomsen borgarstjóri, ið hevur røtur á Selatrað, hugleiddi eitt sindur um tíðina sum barn á Selatrað. Hon takkaði Axel fyri tað trúfesti hann hevur sýnt, við at hava verið gravari í 70 ár. Sum tøkk fekk Axel handað eitt lummaur við áskriftini: "Takk fyri trúgva tænastu. Sjóvar kommuna 2007"
Johan Karl Djurhuus, sum er klokkari við Selatraðar kirkju, nýtti høvi at ynskja Axeli tillukku og visti eisini okkurt skemtiligt at siga frá.
Axel takkaði fyri at Sjóvar kommuna á henda hátt sýndi honum heiður. Hann greiddi eitt sindur frá arbeiðunum sum gravari.
Gamli kirkjugarðurin á Selatrað, ið var tikin í brúk í 1914, var innlagdur bøur og var ikki veltur til kirkjugarð. Tað kundi tí mangan verða stríggi at grava, og vóru ofta stórir steinar í vegin. Axel minnist serliga væl, tá hann skuldi grava fyri mammuni. Tá var ein stórur steinur, har gravast skuldi - so stórur at tað mátti borast og spreingjast. Fyri nøkrum árum síðani var kirkjugarðurin víðkaður.
At enda segði Hans Petur Jacobsen, formaður í Trivnaðarnevndini, nøkur orð.