Hann er farin um tey 80, og hann er framvegis ein knassi. Fyrrverandi presturin úr Kvívík, Axel Tórgarð, er liðugur at týða øll trý verkini um Ringanna Harra til føroyskt. Hósdagin varð onnur bókin, Tvey Tornini, í tríverkunum hjá J.R.R. Tolkien á føroyskum løgd fram í Gamla bókhandli í Havn.
Axel hevur týtt allar tríggjar bøkurna r við hond, og tað má sigast at vera eitt bragd, at hann er komin á mál við at týða hesa heimsgitnu skaldsøguna til føroyskt.
Axel byrjaði at týða fyrstu bókina um Ringanna Harra á teldu, men tá hon sveik, vendi hann aftur til pennin og pappírið. Sonur Axel, Hans Tórgarð, hevur innskrivað týðingina hjá pápanum inn á teldu, so sonurin eigur eisini sín part av útgávuni av Ringanna Harri á føroyskum. Kápuna á teimum Tveimum Tornunum um hevur Tróndur Patursson prýtt.
Triðja bókin í røðini um Ringanna hevur Axel Tórgarð longu týtt, men enn er óvist, nær hon verður givin út.