Ayr tapti

Føroyingarnir í Skotlandi taptu hetta vikuskiftið, og eru framvegis á sjeynda plássi

Tað skarst einki serligt hjá føroyska liðnum í Skotlandi, Ayr United, tá teir leygardagin royndu seg á útivølli móti Falkirk, sum telist millum liðini, ið stríðast fyri uppflytan til Premier League.

Eittans mál kom í dystinum, og kom hetta eftir 16 minuttir, tá álopsmaður á mótstøðuliðnum var hægri enn málverjin hjá Ayr í einum luftdysti. Eftir bretsku bløðunum at døma, átti málverjin helst at hava tamarhald á bóltinum, so møguliga er Jens Martin farin at nærkast einum møguleika millum stengurnar.


Ring líkindi

Annars frættist úr Skotlandi, at líkindini fyri at spæla fótbólt vóru út av lagi vánalig leygardagin. Vøllurin var mest átøkur einum stórum runudíki, men kortini fáa liðini bæði rós fyri, at tey alla tíðina royndu at spæla fótbólt:

Jens Kristian Hansen var millum teir 11 leikararnar, sum byrjaðu á vøllinum, men hann var skiftur út eftir bert 32 minuttum. Hin føroyingurin í felagnum, Jens Martin Knudsen, mátti eins og vanligt hyggja at dystinum frá áskoðaraplássunum.

Ayr liggur framvegis á sjeynda plássi á stigatalvuni, og sum so er ikki tað stóra eftir at spæla um hjá teimum. Eingin vandi er fyri niðurflyting, og hinvegin er ikki líkt til, at teir kunnu spæla við um uppflyting, og so er bert at fáa árið at ganga.

Komandi dystin fáa teir tó annað at hugsa um, tá Dundee, sum dagliga spælir í bestu deildini, kemur á vitjan. Talan er her um ein dyst í steypakappingini, og megnaði Ayr United at fáa javnleik í fyrra dystinum millum liðini bæði.