Bíða bara eftir at onkur í landsstýrinum rópar bingo

Landsstýrið sleppur ikki at renna runt við Tórshavnar Kommunu, er tann heilt greiði boðskapurin hjá borgarstjóranum í Havn

Barnaverndarøki

 Vit bíða bara til onkur í landsstýrinum rópar bingo!
Borgarstjórin í Havn er ógvuliga misnøgdur við framferðina hjá landsstýrinum, nú ætlanin er at fáa kommunurnar at yvirtaka barnaverndarøkið.
Og tá ið Heðin Mortensen heldur turrisliga sigur, at hann bara bíðar eftir, at onkur í landsstýrinum rópar bingo, meinar hann við, at hann bíðar eftir eini fráboðan úr landsstýrinum.
Men tað skal vera ein klokkuklár fráboðan, tí einki annað verður góðtikið, sigur hann.

Skal ikki kosta skattaborgarunum eitt oyra
Landsstýrið hevur boðað frá, at tað skal ikki merkjast á skattarokningini hjá fólki, at kommunurnar nú skulu umsita alt barnaverndarøki, sum hevur ligið undir landinum higartil.
Skulu kommunurnar yvirtaka barnaverndarøki, fer tað at kosta kommununum nógvar milliónir. Men landsstýrið hevur lovað, at landsskatturin skal lækka, so at kommunurnar kunnu hækka kommunuskattin og sostatt skal skattaborgarin onki merkja til at barnaverndarøkið verður lagt undir kommunurnar.
Men tað er akkurát her, at Heðin Mortensen heldur, at landsstýrið hevur svikið so dyggiliga.
 Hóast kommunurnar eru í ferð við at leggjafíggjarætlanir fyri komandi ár, hava vit enn ikki hoyrt eitt orð úr landsstýrinum um, at ætlanin er at lækka landsskattin, so at kommunurnar kunnu yvirtaka barnaverndarøkið, uttan at samlaða skattatrýstið økist,
Men borgarstjórin slær samstundis rimmarfast við sjeytummaseymi, at skattatrýstið á borgaran í Havn skal ikki økjast eitt tveyoyra fyri tað um kommunurnar nú skulu yvirtaka barnaverndarøkið.
 Vit hava mett, at tað fer at kosta Tórshavnar Kommunu 16 milliónir at yvirtaka alt barnaverndarøkið frá landinum.
 Men fer landsstýrið ikki at lækka landsskattin, so at landsskatturin í Havn lækkar 16 milliónir, fara vit rætt og slætt at nokta fyri at yvirtaka barnaverndarøkið.
-- Fylgir peningur ikki við, vilja vit ikki hava barnaverndarøkið, tí so skal landið sleppa at eiga tað!

Seta ongar pengar av
Tórshavnar Kommuna er annars í ferð við at leggja fíggjarætlanina fyri næsta ár. Hon javnvigar við 493 milliónum. Fyrsta viðgerð hevur verið og tað skulu ganga minst 14 dagar, áðrenn onnur viðgerðin kann vera og fíggjarlógin verður endaliga samtykt.
Sostatt er ikki øll verðsins tíð. Men til vit fáa eina klokkuklára fráboðan úr landsstýrinum, arbeiða vit sum um at onki er hent og at landsstýrið eisini næsta ár skal umsita barnaverndarøkið.
 Sostatt ætla vit ikki at seta eitt oyra av á fíggjarlógini til barnaverndarøkið. Tað gera vit ikki, fyrrenn vit fáa greitt at vita frá landsstýrinum, at landskatturin verður lækkaður, so at borgararnir í Havn koma at betala 16 milliónir minni í landsskatti. Tá ið vit hava fingið ta fráboðanina, kunnu vit seta 16 milliónir afturat av á fíggjarlógini til barnaverndarøkið, sigur Heðin Mortensen.
 Men tað verður heldur ikki fyrr, leggur hann afturat, tí nú skal landsstýrið vísa í verki, at tað stendur við lyftið um at skattabyrðan skal ikki økjast, hóast barnaverndarøkið nú verður lagt undir kommunurnar.
Hann sigur, at krevur landsstýrið, at kommunan skal yvirtaka barnaverndarøkið, uttan at veita fult endurgjald í landsskattinum, skal Løgtingið sleppa at kroysta tað niðuryvir kommuna við eini lóg, tí sjálvboðin gera vit tað ikki, slær borgarstjórin fast.