Hóast sendararnir á hvalunum, sum merktir vórðu í mai bara hildi i 14 dagar, teir, sum hildu longst, var arbeiðið ikki burturspilt.
Tað heldur lívfrøðingurin Bjarni Mikkelsen á Náttúrugripasavninum.
Ferðamystrið, sum hvalirnir vístu, var, at teir hesa ferð fóru suðureftir, og teir fluttu seg líka langt sum hvalirnir í eini aðrari merking. Tá hildu nakrir sendarar upp í 133 dagar.
Bjarni Mikkelsen sigur, at tað at sendararnir hesa ferð hildu so stutt, er prógv fyri, at hvalirnir hava bitið sendararnar av.
Teir eru floksdjór og vilja ikki hava eitt fremmandalikam á nøkrum í flokkinum.
Nýtt
Frammundan vistu lívfrøðingarnir, at nísur kundu bíta antennurnar av, tí nísa hevur nev, men at hvalur ger tað sama er nýtt.
Tí varð hildið, at sendararnir vóru ov vánaligur ella illa ásettir og tí tagnaðu.
Nú fer Náttúrugripasavnið at tosa við framleiðararnar um at gera okkurt annað slag av sendara, sum fer inn í hvalin og ikki kann bítast av.
Herfyri varð ein grind funnin við Koltur, og vágafólk bjóðaðu Náttúrugripasavninum hana at merkja. Tað varð tó ikki gjørt, tí bæði var Bjarni Mikkelsen burturstaddur, og tí savnið ikki var heilt klárt við nýggju sendarunum.
- Hálvan juli vera vit heilt klár, sigur Bjarni Mikkelsen, sum vónar at fáa eina grind aftrat at merkja í ár.