Bíða eftir niðurstøðu um fólkaskúlan

Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, hevur ikki tikið støðu til, hvat hann fer at mæla samgonguni til viðvíkjandi fólkaskúlanum. – Nú mugu vit fyrst kanna, hvussu vit kunnu hækka tímatalið til innskúlingina, so vit ikki leypa framav, sigur hann

Enn hevur landsstýrismaður í skúlamálum, Jógvan á Lakjuni, ikki tikið støðu til, hvat hann ítøkiliga fer at mæla samgonguni til, eftir aðalorðaskifti var um fólkaskúlan týsdagin. Eitt orðaskifti har tingfólk úr øllum flokkum vóru samd um, at innskúlingin skal hava fleiri tímar, umframt at játtanin til undirvísingartilfar skal hækkast. Sagt var, at tilmælið frá landsstýrismanninum er ov lágt sett, tá hann skjýtur upp at geva 1. og 2. flokki ein tíma afturat á hvørjum ári, tey næstu trý árini.
Fleiri tinglimir róðu framundir, at tímatalið eigur at vera ájavnt tímatalinum í hinum norðurlondunum, so 1. og 2. flokkur fer úr 18 upp í 25 tímar.

Kanna fyrst
Men landsstýrismaðurin hevur sum sagt ikki tikið endaliga støðu til, hvat hann fer at mæla samgonguni til.
- Tað er altíð ringt at fáa pengar, so eg tori ikki at lova nakað enn, sigur Jógvan á Lakjuni, sum ivast í, um hann fær samgonguna at játta neyðuga peningin.
- Í fyrsta umfari haldi eg, at vit skulu kanna, hvussu vit kunnu hækka tímatalið til innskúlingina, so vit ikki leypa framav. Millum annað um vit hava neyðugu lærarakreftirnar, og um rúm er fyri fleiri undirvísingartímum í skúlunum, sigur landsstýrismaðurin, við Sosialin.
- Tað er ikki vist, at tað er rætt at hækka tímatalið. Hetta er nakað sum vit mugu viðgera í samgonguni. Eisini skulu vit kanna, um tað møguliga ber til at taka nakrar tímar frá teimum eldru næmingunum, tí teir hava eins nógvir, ella fleiri tímar, enn næmingarnir í hinum norðurlondunum, sigur Jógvan á Lakjuni
Konfronteraður við, at føroyskir næmingar eisini hava danskt, og at teir tískil neyvan hava fleiri, men heldur færri, undirvísingartímar enn norðurlendsku næmingarnir, viðgongur landsstýrismaðurin, at nakað eru tað.
- So kanska er tað ikki so skilagott at taka frá teimum eldru kortini, sigur hann.

Seta okkum mál
Annars kundi hann hugsað sær, at flokkarnir gingu saman í einari breiðari semju, sum síðani setti sær eitt mál, ið skal røkkast innan eitt ávíst áramál - kanska trý ár.
Spurdur, um talan møguliga verður um eina eykajáttan til fólkaskúlan longu í hesum fíggjarárinum, sigur landsstýrismaðurin, at tað absolutt er ein møguleiki.
- Hetta var eisini uppi og vendi í sambandi við viðgerðina av fíggjarlógini, sigur hann at enda.