Bíða eftir semingsstovninum

Kommunulæknarnir hava boðað frá, at tey fara í verkfall í morgin, men mótparturin - fíggjarmálaráðið - hevur heitt á semingsstovnin um at royna semju í málinum

Fíggjarmálaráðið hevur heitt á semingsstovnin um at royna at fáa semju í lag millum Kommunulæknafelagið og fíggjarmálaráðið.

 

Semja er ikki millum partarnar um hetta sáttmálaøkið er fevnt av lógin um semingsstovn. Kommunulæknafelagið sigur, at í Danmark  er hetta ikki fevnt at lógini um seming og tí halda tey tað sama er galdandi í Føroyum.

 

Terji Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at semingsstdovnurin í løtuni viðger um stovnurin skal ganga áheitanini frá fíggjarmálaráðnum á møti.

 

Møgulig ósemja um sáttmálin hjá kommunulæknunum er fevndur av lógini um seming kann leggjast fyri ein gerðarrætt, um partarnir eru ósamdir um júst hetta.