Tá ið føroyska fótbóltslandsliðið kl. 19 í kvøld á útivølli fer at royna seg ímóti Rumenia, ber tað ikki til at fáa minni úrtøku burturúr, enn hon higartil hevur verið ímóti Rumenia.
Higartil hava Føroyar og Rumenia spælt tríggjar fótbóltslandsdystir. Føroyar hava tapt hvørja ferð, og samantaldi málmunurin er 12-0 til Rumenia. Føroyingar eiga altso framvegis fyrsta málið til góða ímóti Rumenia.
Uggin kann vera, at tað hevur gingið betri og betri. Í fyrsta dystinum, sum var 6. mai í 1992, var úrslitið 7-0 (5-0). Næsti dysturin var á Svangaskarði 8. september 1993, og tá var úrslitið 0-4 (0-1).
10. september í fjør var úrslitið á Tórsvølli 0-1 (0-0).
Úrslitini hjá Rumenia hava verið sera soltin í hesi undankappingini: Litava (h) 0-3, Føroyar (ú) 1-0, Frakland (h) 2-2, Serbia (h) 2-3, Eysturríki (ú) 1-2, Frakland (ú) 1-1, Eysturríki (h) 1-1. Leygardagin varð rumenska landsliðið fullkomuliga eyðmýkt, tá ið úrslitið á útivølli ímóti Serbia var 0-5! Samlaði málmunurin hjá Rumenia er 9-17 og stigatalið 9. Einasta liðið, sum er niðanfyri Rumenia, eru Føroyar. Úrtøkan hjá Føroyum er 4 stig, og málmunurin er 4-17.