Bíðaðu alla nátt

Ummæli Tað var ikki ætlað at vera nøkur slóbrótandi konsert; og tað ynsktu áhoyrararnir sær heldur ikki. Hjarnar gjørdu á leið tað sama, sum teir hava gjørt síðani 1974

Vegna veður var framførslan hjá Hjarnum flutt í Flags-teltið. Og tað tekur eftir øllum at døma sína tíð at gera klárt og fáa ljóðið at rigga, táið flytast skal á annan pall. Leygarkvøldið var væl og virðiliga blivið sunnumorgun, áðrenn Hjarnar byrjaðu at spæla. Kunngjørt var á Stóra Palli at konsertin var flutt og at Hjarnar skuldu byrja kl. 2:00. Um ta tíðina var teltið longu fult av fólki, men tað gingu samfull fimm korter áðrenn fyrsti sangurin hoyrdist. Táið teir kl. 3:10 framvegis royndu at fáa ymisk smáting at ljóða betri, var fjøldin ótolin og ilslig; og felagshugsanin var, at tað gjørdi einki um okkurt var, sum ikki ljóðaði fullkomið - teir skuldu heldur komið í gongd við at spæla. Táið Ólavur Øster tó endiliga legði fyri við at spæla ‘Tað er vakurt í Klaksvík á sumri’ á rokkgittar, tyktiskt alt gloymt, og góður hýrur var aftur í teltinum.
Tað var ikki ætlað at vera nøkur slóbrótandi konsert; og tað ynsktu áhoyrararnir sær heldur ikki. Hjarnar gjørdu á leið tað sama, sum teir hava gjørt síðani 1974. Styrkin í júst hesi framførsluni var, at tað var kent og á heimavølli - og eisini at tað er lætt at spæla fyri altíð takksamari áhoyrarafjøldini seint eitt leygarkvøld. Um júst hesa tíðina á Summarfestivalinum er veitslulagið í teltinum altíð framúr, næstan líkamikið hvat er at hoyra.
Tað var góði gamli 70-ararokkurin, sum var í hásæti. Sigast má, at tónlistarliga var hetta langt frá tað besta, sum var at hoyra á Summarfestivalinum 2011. Tó, táið Ólavur Øster spældi gittarsolo lyftist alt á eitt hægri støði. Hann spælir framúrskarandi og hevur eitt ótrúligt yvirskot. Tað var í stóran mun hann, sum helt tónleikinum uppi ígjøgnum alla konsertina.
Fleiri tónleikarar vóru við, og nakrir komu uppí so við og við sum framførslan leið. Hildibjartur kom upp at spæla gittar til hittið “You You You” frá 1995; og táið Graham Stewart eisini kom upp at rokka, skortaðu ikki gittarleikarar á pallinum. Saman við Graham kom Jørgen Dahl upp at manna enn eitt keyboard. Teir royndu so at spæla progressivan rokk ta einu løtuna, men okkurt hevur allarhelst órógvað ljóðið hjá teimum, tí tað tyktiskt torført hjá Jørgeni at fylgja við í spælinum. Samaspælið var ikki av tí besta, og hesa løtuna koyrdi framførslan eitt sindur í tómgongd. Sambandið við áhoyrararnar var heldur ikki tað stóra - tíbetur var konsertin innandura, og fólk stóðu turr.
Ímóti endanum vaknaði tó við aftur, táið ein tann størsti klassikarin í føroyskari rokksøgu varð spældur. Tað var nokk eisini honum, flestøll vórðu komin at lurta eftir. Áhoyrararnir høvdu bíðað alla nátt eftir at hoyra “Alla nátt” - og øll sungu við. Karl Martin sjálvur var eisini bestur hesa løtuna, sum hann fekk øll í tjaldinum at syngja. Hetta var tað, sum bjargaði einari heldur turrari konsert. Ólavur Presley loyvdi teimum enntá eitt eykalag, og vit sluppu at hoyra hitt stóra hittið, “Breaking My Heart”. Og tað var nokk ein passandi sangur at enda við, tí tá var klokkan vorðin so mikið nógv, at halgidagslógin slóg til - og Eyðun og Terji sluppu ikki at spæla. Hjarnar sluppu sostatt at enda ársins summarfestival, heldur knappligari enn væntað.