Íbúðarbygging, ið kann fíggjast

Sámal í Gong
Valevni á lista H til býráðsvalið


Verandi býráðssamgonga hevur einans lagt seg eftir, at einstaki borgarin sjálvur skal standa fyri at útvega sær bústað við keyp av dýrum grundstykki ella keyp av dýrum og lítið áhugaverdum raðhúsi. Onnur tilboð skulu fremjast, har kostnaðurin skal á eitt støði, har møguleiki eisini er at fáa fígging frá peningastovnum.
Væl ber til at byggja rationellar og einfaldar bústaðir í meiri enn tveimum ella trimum hæddum, og bygging kann eisini fremjast meiri áhugavert enn gjørt er seinastu árini.
Hugsast skal um tey støku, ið sjálvandi eisini skulu hava møguleika at ogna sær eina 60 til 70 fermetra íbúð ? ikki til eina millión men helvtarprís og undir tað.
Sera væl ber til at skipa íbúðarblokkar og terrassubygging, har lendi og kringumstøður gera hetta møguligt, og eisini ber til at fremja eina áhugaverda og liviliga íbúð, uttan at talan skal verða um triðjafloks bústaðir ella øki, har tey fámentu skulu trunkast saman.
Við krossinum til mín, skulu tit verða vís í, at annað skil skal koma á, og fleiri og fjølmentari tilboð skulu verða útvegað.