Menningartarnað
Klaksvík: Ì gjár kundi fyrsta búfólkið flyta inn í nýggja bústovnin og sambýlið fyri menningartarnað og fólk við autistiskum breki í Klaksvík.
Hesin stovnur er úrslitið av einum arbeiði, ið hevur verið í gongd líka síðani á heysti í 1997.
Stovnurin býttur í tvey
Stovnurin er í tveimum, har tann eini parturin er eitt sambýlið, sum kemur at húsa seks menningartarnaðum. Hin parturin er ein bústovnur við pláss fyri fýra børnum og ungum, sum bera brekið autismu.
Munurin á sambýlinum og bústovninum er, at tey menningartarnaðu í sambýlinum í ein vissan mun eru før fyri at klára seg sjálvi, eins væl og tey eisini sjálvi skulu gjalda húsaleiguna. Hinuvegin kemur landið at gjalda uppihaldið hjá teimum, ið skulu búgva á bústovninum.
Øll búfólkini fáa eina íbúð hvør, sum tey so sjálvi koma at innrætta eftir egnum ynski.
Ì hesi íbúð er køkur, baðirúm og stova og kamar í einum.
Einasti stovnur við íbúðum
Hetta er einasti stovnur í landinum, ið kann bjóða búfólkinum eina heila íbúð at húsast í.
Allar íbúðirnar eru eins bygdar, men tó eru tað einans íbúðirnar í sambýlinum, ið hava køk. Hetta tí at búfólkini við autistiskum breki sum oftast ikki eru eins væl fyri og tey menningartarnaðu.
- Vit valdu at gera íbúðir heldur enn kømur til búfólkini. Tað fer vónandi at fáa tey at kenna hetta meira sum teirra egna heim. Nú hava tey jú møguleika at bjóða fólki inn til sín sjálvs, heldur enn inn í eina felags stovu, har onnur fólk eisini eru samstundis, sigur Jóhanna Hansen, leiðari á báðum stovnunum.
Búfólkini sjálvi ávirka gerandisdagin
Búfólkini í sambýlinum skulu sjálvi, saman við starvsfólkunum, avgera hvussu teirra gerandisdagur kemur at síggja út. Hetta verður gjørt við regluligum húsafundum, har tey menningartarnaðu sleppa framat við teirra uppskotum um, hvat skal fara fram á stovninum.
À bústovninum fyri børn og ung við autistiskum breki verða tað tó í størri mun starvsfólkini, ið koma at skipa fyri einum regluligum gerandisdegi. Her verður tikið útgangsstøðið í tí einstaka búfólkinum, og er endamálið at nøkta tørvin hjá teim fýra fastbúgvandi.
Tilsamans 15 starvsfólk koma at verða á stovnunum, harav tvey hjálparfólk og 13 pedagogar.
Byrja so smátt at flyta inn
Ì gjár kundu búfólkini so spakuliga byrja at flyta inn í teirra egnu íbúð. Men enn er nógv, ið skal fáast upp á pláss. Gardinur skulu upp at hanga, køksting skulu inn í køkin og so víðari. Júst, sum vit sjálvi kenna tað, tá vit skulu flyta inn í okkara egna.
Hetta tekur alt tíð, men á Bústovninum og Sambýlinum við Mýrivegin í Klaksvík vænta tey, at tey 10 búfólkini øll skuldu verið komin uppá pláss seinast í hesum mánaðinum.
Stórt framstig fyri tey menningartarnaðu
Ì fleiri ár hava tey menningartarnaðu í Klaksvík ikki havt aðrar bústaðarmøguleikar enn umlættingarheimið Dáin, sum varð tikið í nýtslu í 1989.
Ì byrjanini hevði Dáin fimm pláss, men var hetta alt ov lítið til at kunna nøkta tørvin hjá teim menningartarnaðu í Norðoyggjum.
Tí setti Dáin eisini eina dagumlætting á stovn, sum børn við ymiskum tørvi kundu gera nýtslu av, samstundis sum ein drongur við autistiskum breki eisini búði fast á staðnum. Men enn var hetta alt ov lítið.
À heysti í 1997 var tískil fundur hildin í Klaksvíkar Kommunu, har umboð fyri Almannastovuna, Serstovnadeildina, Javna, Dáan og ein arbeiðsbólkur luttóku.
Hesin arbeiðsbólkur var fyrr í 1997 settur við tí endamáli at kanna, um ikki ein bústovnur ella eitt sambýli kundi setast á stovn í Klaksvík.
À hesum fundi kom eisini fram, at tørvur var á fleiri bústovnum í Klaksvík, og varð heitt á kommununa um at gera nakað ítøkiligt við hetta mál.
Hetta varð tikið til eftirtektar, og setti táverandi landsstýrismaðurin í Almanna- og Heilsumálum eina bygginevnd at koma við einum uppskoti og eini kostnaðarmeting. Eftirfylgjandi landsstýrismenn hava hildið áfram við hesum arbeiði, og týsdagin í seinastu viku kundi bygginevndin handa Sámal Petur í Grund, núverandi landsstýrismanni í Almanna- og Heilsumálum, sjálvan stovnin.
Móttøka var hildin í hesum sambandi, og var heilt fitt av fólki møtt upp til sjálva handanina.
Myndatekstur: Heilar 20 umsóknir vóru til tey 10 plássini á nýggja Bústovninum og Sambýlinum á Mýrivegi í Klaksvík