Búgvi var í serflokki

Føroyskt judo fekk enn eitt gull, tá Búgvi Poulsen í suverenum stíli slongdi Rhodos-búgva í gólvið

åSamlaða heiðursmerkjasavnanin hjá judo í einstaklingakappingini kastaði tvey gull-, fýra silvur- og fýra bronsumerki av sær.

Í gjár vann Búgvi Poulsen gull, umframt at Áki Andreasen og Petur Sigurð Johannesen vunnu bronsu.

Eingin ivi er um, at tætti dystirnir vóru nógvir í tali, og at intensiteturin alla tíðina var í topp. Men við føroyskum eygum var eingin ivi um, at finaludysturin hjá Búgva Poulsen stóð sera ovarliga á listanum.

Búgvi var favorittur, og hann tóktist alla tíðina at hava tamarhald á tí, sum gekk fyri seg á gólvinum. Og vinnandi kastið gav reint ippon. Búgvi lokkaði fyrst mótstøðumanni at royna at kasta seg, men sjálvur stóð Búgvi sum kletturin. Og so var eingin góða mamma, tá Búgvi við einum armi lyfti mótstøðumannin, áðrenn hann varð langaður í gólvið.

Ippon til Búgva og gull og Ippon til Føroyar.