Bæði høvdu møguleikar

Sumba-ÍF 1-1 (1-1):
Fuglfirðingar brendu brotsspark, men vóru eisini tvær ferðir noyddir at bjarga á mállinjuni, tá teir leygardagin vitjaðu hjá oddafiskinum í aðru deild

2. deild

Meðan Sumba leygardagin skuldi royna at halda gongd í stigasavnanini, sum higartil hevði givið fult hvørja ferð, skuldu fuglfirðingarnir hinvegin fáa gongd á, eftir at teir mest sum vóru dragnaðir úr oddastríðnum, longu áðrenn tað veruliga er byrjað.

Fleiri møguleikar
Tað eydnaðist partvíst hjá báðum pørtunum, tí hóast tey helst vildu hava trý stig hvør, so mundi javnleikurin vera á eini leiðk, og sum so kann hvørgin parturin vera heilt ónøgdur um úrslitið.
Skal nakar iðra seg, so eru tað kanska fuglfirðingarnir, tí beint áðrenn Sumba fekk leiðslumálið, átti ÍF gyltan møguleika. Brotsspark varð dømt, men hvørki hetta ella eftirfylgjandi returin fingu teir sett inn, og so kontraði Sumba. Teir brutu ígjøgnum høgrumegin, har teir alla tíðnia vóru vandamiklir, og so kundi Johnny Skibens stúta inn við nærmastu stong.
Fuglfirðingar royndu framhaldandi at trýsta, og teir hóttu fleiri ferðir málið, men hóast teir millum annað høvdu skot á tvørstongina, so tóktist tað teimum tó sera trupult at fáa úrtøku burtur úr møguleikunum. Beint fyri hálvleik bragdaði tó, tá Viggo Johannesen var hægstur við hornaspark og stútaði móti horninum.
Sumbingar høvdu tó fleiri líknandi møguleikar í løtunum eftir útjavnanina, og í tveimum førum hetta til steðgin bjargaðu gestirnir á sjálvari mállinjuni, tá hornaspørk vórðu send innfyri.

Dovnaði
Hetta legði kanska upp til, at spælið framhaldandi skuldi gerast málsøkið í seinna hálvleiki, men soleiðis gjørdist tó ongantíð. Nú ráddi í størri mun um at verja borg. Kanska var orkan eisini við at ganga undan, og yvirhøvur var tað so sum so við skipaða spæli fram eftir vøllinum.
Sum heild mundi talan tó vera um eitt úrslit, sum báðir partar kunnu vera so hampuliga væl nøgdir um. Úrslitini í hinum dystunum merktu, at sumbingar framvegis halda munin niður til næstu liðini, og eftir nøkur sera lak úrslit fingu teir úr ÍF í øllum førum sýnt, at viljin á liðnum er til staðar. Hetta verður helst eisini neyðugt, tá teir komandi vikuskifti fáa vitjan av sandoyingum. Tá fara sumbingarnir til Klaksvíkar, sum hava havt heldur skiftandi úrslit seinastu tíðina, og tí eru møguleikarnir fyri stigum so hampuligir til tann dystin.

Dysturin í tølum
Sumba-ÍF 1-1(1-1)
1-0: Johnny Skibenæs
1-1: Viggo Johannesen