Bæði liðini fara eftir sigrinum

Bogi Gregersen verður ikki við á Skálaliðnum, sum sunnudagin fer norður á Mølina at vitja oddaliðið, EB/Streym, sum hevur allar mans tøkar til spennandi dystin


 
Á Mølini á Eiði spæla EB/Streymur og Skála sunnudagin. Hetta er triðja ferðin í ár, at liðini bæði møtast. Fyrra dystin vann EB/Streymur 2-0 á Mølini. Á Skála spældu liðini javnleik 1-1, og nú skulu liðini bæði aftur hittast.
Oddaliðið hevur allar mans tøkar. Tað høvdu teir eisini til fjórðingsfinaludystin móti HB mikukvøldið, men tá valdi felagsliðið tá at spara Marna Djurhuus, sum nú verður við aftur.
Annars merkja hvørki skaðar ella leikbann hópin hjá felagsliðnum, og eftir stórsigurin á HB er lagið sera gott. Uppgávan hjá venjaraparinum hjá EB/Streymi verður nú at fáa armarnar niður aftur, og fáa leikararnar at savna seg um trupla dystin móti Skála, sum ikki hevur tapt síðani fyri summarsteðgin.
Og Skála er væl fyri til dystin móti EB/Streymi. Einasti maðurin, sum hevur meldað avboð er Bogi Gregersen. Hann var heldur ikki við í dystinum móti NSÍ, og er tað trupulleikar við fótinum, sum halda Boga Gregersen uttanfyri.
Hinvegin er Bjarni Jørgensen komin fyri seg aftur. Hann spældi allan fyrra hálvleik móti NSÍ, og tóktist hann at vera sera væl fyri.
- Ja, tað var deiligt at vera á vøllinum aftur. Tað kendist væl og tað var stuttligt at spæla. Men í hálvleikinum var orkan við at ganga undan, og tí varð eg skiftur út, so vit fáa at síggja, hvat eg haldi til sunnudagin, sigur Bjarni Jørgensen.
Tað, sum annars mest hevur verið tosað um á Skála seinastu dagarnar, er, at Johan Nielsen hevur gjørt sáttmála við NSÍ fyri komandi kappingarár. Hetta eru tey sjálvandi hørm um á Skála, men sambært Bjarna Jørgensen, so taka leikararnir tað púra róligt og hugsa teir um dystirnar, ið eftir eru at spæla.
Á Skála plaga tey at taka til, at liðið spælir fyri at vinna hvørja ferð, og hóast teir appilsinlittu fyri so vítt onki at hava at spæla fyri, so er lítið at ivast í, at teir fara eftir sigrinum sunnudagin. Men EB/Streymur ætlar sær eisini at vinna dystin, og tí er lagt upp til ein spennandi dyst á Mølini sunnudagin.