Bæði skulu úr botninum

Botnuppgerð verður í Sunset deildini hjá kvinnum, tá StÍF tekur ímóti Kyndli.

Undan dystinum liggja liðini jøvn á aftasta plássi við tveimum stigum, og tí er umráðandi hjá báðum at royna at sleppa longur upp eftir stigatalvuni. Bæði StÍF og Kyndil eru uttan stig í endaspælinum hjá kvinnum, so nú ræður eisini um at fáa gongd á spælið. Kyndil hevur tó víst sera got spæl til tíðir í síðstu dystinum, og m.a. vóru tær við at tryggja sær pláss í steypafinaluni, tá tær vunnu trygt í Vági í seinnu hálvfinaluni. Tí má Kydil metast at vera lítil favorittur undan dystinum sunnudagin.