KVINNUHONDBÓLTUR
Toppur og botnur møtast í høllini á Hálsi í kvøld, tá Kyndil tekur ímóti Stjørnuni. Hóast hetta er toppur og botnur, so kunnu fólk vænta ein spennandi dyst, tí munurin á liðunum í Sunset deildini er ikki stórur í ár.
Í vikuskiftinum tapti Kyndil tepurt í Vági. Eftir at hava verið aftanfyri við heili 9 málum megnaði Kyndil at kempa seg aftur í dystin, sum tær at enda taptu við tveimum málum, og hetta er ein staðfesting av, at Kyndil er á rættari leið.
Til dystin ímóti Stjørnuni má Kyndil vera bæði Randi Wardum og Bjørg Syderbø fyri uttan, men Jórun Ludvig sigur, at tær ætla sær bæði stigini ímóti Stjørnuni.
- Síðstu dystirnar hevur mangla so lítið í hjá okkum. Vit hava brent alt ov nógvar opnar møguleikar, og hetta mugu vit bøta um. Megna vit at skora upp á okkara møguleikar í kvøld, so haldi eg heilt víst, at vit kunnu vinna dystin.
Alina ivasom
Hjá Stjørnuni hevur gongdin ikki verið so góð síðstu dystirnar. Teirra seinasti dystur var eisini í Vági, har tær blivu hølvaðar av av einum vælleikandi VB-liðið. Í kvøld fáa stjørnurnar so ein møguleika at vaska ósigurin í Vági av sær.
Einasta ivamál hjá Stjørnuni er Alina Olaru, men Henrik Gerster vónar, at hann kann nýta hana í pørtum av dystinum. Annars væntar hann ein harðan dyst ímóti Kyndli.
- Leikara fyri leikara hevur Kyndil eitt sera gott lið, og tær kunnu spæla upp ímóti øllum liðunum í landinum. Vit ætla tó at vinna dystin, men vit mugu heilt víst spæla upp til okkara besta, um hetta skal lata seg gera.