Hondbóltur
Tað stóð einki serligt til hjá StÍF í hálvleikssteðginum sunnudagin. Á heimavølli tóktist tað bera tann vegin, at meistararnir skuldu verða offur fyri einum veruligum avsmurningi frá Neistanum, sum annars ikki hevur staðið seg so øgiliga væl seinastu tíðina.
Dysturin var annars byrjaður á leið soleiðis, sum roknast kundi við. Talan er um tvey av liðunum, sum avgjørt hava ætlanir um at blanda seg í oddastríðið, og lítil og eingin munur var á spælinum.
Stórar umskiftingar
Men spakuliga fór Neistin at ota seg burtur frá strandingum. Ikki minst takkað verið einum framúr væl spælandi Zeljko Jotic í málinum, sum saman við verju síni helt strandingar burtur í longum løtum av dystinum.
Seinastu 20 minuttirnar fyri steðgin skoraði StÍF bara fimm ferðir, og tá Neistin samstundis fekk 12 mál, so tóktist alt í nógvar mátar vera púrasta avgjørt.
Tað var heldur ikki so nógv, sum bendi á, at heimaliðið skuldi megna at broyta nakað sum helst upp á hetta fyrstu løtuna eftir steðgin. Teir høvdu kanska eitt betri tak nú, men hinvegin tóktist Neistin bara at halda fast um sína leiðslu, men brádliga kom vend í. Nú vóru tað strandingar, sum brádliga fingu takið í verjuni, og tað fekk eisini Marian Cirloganescu inn í dystin.
Neistin rendi seg nú eisini í nakrar útvísingar, sum góvu StÍF møguleikan at toga nakað aftur, og so stóð brádliga heilt nógv á. Tað tóktist tó at gleppa, tá Neistin loksins aftur fekk tvey mál, soleiðis at teir nú komu upp á 24-20, men hesi bæði málini skuldu vísa seg at verða tey einastu hjá liðnum seinastu 20 minuttirnar. Heldur ikki strandingarni høvdu so lætt við at fáa glið á, men teir megnaðu tó at toga júst fýra mál aftur, og kanska kundu teir eisini tikið tað fimta, sum hevði tryggjað teimum sigurin.
StÍF átti nevnliga við einum minutti eftir seinasta álopið í dystinum, men heldur enn at satsa alt fyri at vinna, so valdu teir at koyra eitt langt álop, har nakrir tríggja-metrar vórðu dømdir, og so var tíðin farin.
Hinvegin er heldur einki at ivast í, at teir eisini vóru nøgdir við javnleikin. Hetta er nevnliga tann fyrsti av slagnum hjá liðnum, og nú grundspælið er liðugt, hevði ein sigur kortini ikki givið meira enn tað sama. Hjá Neistanum var talan um triðja javnleikin, so eisini teir kundu brúka úrslitið til nakað, so alt í alt mundu tað vera tvey hampuliga væl nøgd lið, sum eftir dystin fóru hvør til sítt. Eisini hóast tað mundi undra nógv í Neistanum, at teir soleiðis megnaðu at tveita eina rimmar-trygga leiðslu burtur.
Hildu takinum
Men sum sagt, so hevur úrslitið við sær, at bæði liðini hildu fast í fjarstøðuni, sum verður til Kyndil, tá endaspælið byrjar.
Her fer grøna liðið at byrja á 9 stigum. StÍF hevur 7 og Neistin og VÍF fara bæði til endaspælið við seks stigum. Hvussu tað so fer at hilnast her, er ein annar spurningur. Men tað er einki at ivast í, at báðir partar halda seg standa við góðum møguleikum. Sum verandi meistarar er einki at ivast í, at roknast skal við StÍF, og við breiða hópinum hava teir meira enn flestu onnur lið at standa ímóti við, um skaðar fara at gera seg galdandi.
Hjá Neistanum eru vónirnar helst serliga knýttar at, at liðið í januar mánaði fær tilgongd av Heina Hanusarson Joensen. Hann verður tó ikki við fyrsta dystin í endaspælinum, tá Neistin skal takast við H71.
Dysturin í tølum
StÍF-Neistin 24-24 (11-18)
Málskjúttar
StÍF: Sveinur Justinussen 7, Artur Johansen 6(2), Bent Djurhuus 4(2), Mihai Marinescu 4, Alexandur Johansen 1, Andre F. Danielsen 1
Neistin: Blagoje Buha 10(3), Dragisa Stojovic 5, Ragnar Stakksund 2, Karl Oddmar Rasmussen 2, Áki Mørk 2, Helti Justinussen 1
Brotskøst: StÍF 5, Neistin 4
Útvísingar: StÍF 1, Neistin 6
Dómarar úr Kyndli: Geir Wardum & Hanus Kúrberg