Hansara meting um framtíðina, við verandi búskapargongd, var greið í útvarpinum í kvøld. Politisku bremsuklossarnir eru slitnir niður í nakka, vognurin akar fyrilitarleyst, nú bíða vit bara eftir undirdýpinum, um politikkurin hjá hesi samgonguni verður ráðandi leingi afturat. Nýggja og ikki íligna fíggjarlógaruppskotið hjá landsstýrinum varð blástemplað, og er nú galdandi frá tí at lógin er lýst at fáa fullan virknað frá árskiftinum komandi.
Fyri Eysturoynna sum lokaløki gjørdist hendan avgerðin um eina fíggjarlóg ein vanlukka. Landsstýrið hevði nevniliga valt at útradera íløgurnar í vegagerð í Leirvík og í Skálafirði, og hartil var ætlaði nýbygningurin til havrannsóknir sveipaður burtur í einum høggi. Eftir standa 3,5 mió. kr. til Rituvíksvegin. Samlaði íløgukarmurin var upprunaliga 317 mió. kr. Nú er hann barberaður við 137 mió. kr. og av teimum eftirverandi 180 mió. kr. eigur Eysturoyggin einans 3,5 mió. kr. ella sløk 2%. Serliga pírið er hetta, táið millum fimting og fjórðing av fólkinum býr og virkar í hesum øki. Táið vit hartil vita, at 5 av 20 samgongumonnum búgva í økinum, man hetta vera lakasta lokalpolitiska telving í mannaminni. Ritvíksvegurin er ikki annað framhald av tí, sum vit báðir Bill telvaðu okkum fram til í fíggjarnevndini fyri ári síðani.
Vit vóru nakrir sum lógu tvíbuktaðir til seinastu stund í tinginum ídag. Royndu alt hvat vit kundu fyri at fáa upprunaupphæddirnar innaftur á fíggjarlógina. Bæði í Leirvík, í Skálafirði og til havrannsóknarskipið, sum mest sannlíkt skuldi smíðast inni á Skála. Men tað var sum at sláa í eina dýnu, sum at sletta vatn á gás, ikki so frægt at menn vikaðust fram til røðarapallin, fyri at greiða frá íkomuni til hesa vitleysu miseru fyri oynna. Menn sum annars eru reystmæltur, táið mál av minni týdningi eru til viðgerar.
Avloysarin hjá Magnusi Heinasyni varð torpederaður á tingi ídag. Nú liggur hann sokkin í politisku skipanini, í hvussu er soleingi hetta vanlukkuliga regime situr. Tríggir føroyskir entreprenørar hava annars tikið seg saman í eina partalagssátt fyri at gera detailprosjektering, innheintan av tilboðum og kostnaðarmetingar fram til ein endaligan læstan kostnað, soleiðis, at allir partar tá kundu taka støðu til um verkætlanin skuldi fremjast í verki ella ikki. Hetta kundi gerast fyri 5 mió. kr., men heldur ikki uppskotið um hetta, á tingi ídag, vann frama, og forðaði hetta tí fyri, at farið kann vera undir sjálvt skipasmíði í 2011. Málið var nú ikki størri enn tað, at hetta kundi verið klípt burturav ódefineraða íløgulummanum hjá Kalsbergi og Eidesgaard á 26 mió. kr., sum av politiskum trygdarávum ikki skal ásetast til tunlarnar Norð um Fjall fyrrenn í januar-februar mánaða í 2010.
Ikki sørt at hetta gevur accosiatiónir til ein tann vakrasta sangin yrktur er føroyingum. Deyði Magnus Heinasonar, sum Hargarskaldið Pól F. setti saman um hendan merkismann. Seinasta ørindi er soljóðandi: ”Bøðil flyt meg úr heimi, eg vamlist at liva her, hvar trælir seg sleikja til valdið, eins og nú Valkendorf ger; øll míni brøgd og roysni, Føroyingum vígdi eg. Føroyar farvæl, mín móðir, eydnan signi tín veg.”
Við køldum kenslum niður eftir bakinum, um tað skotið fyri bógvin, sum føroyskar havrannsóknir hava fingið ídag, eru hesi harmaljóð skrivað á fyrstu ferð míni til Jorsala. Gleðilig jól øll somul og mátti Harrin signað tykkum árið, sum nú er í heinta.