Í býin at hitta onnur ung

- Vit síggja fleiri og fleiri ung koma til møtini. Og vit síggja at fólk eru íðin at fylgja Jesusi eftir, og ynskja at tæna øðrum við at fara út í tænastu, sigur Trygvi Dam frá ungdómsbólkinum í Hoyvík.

Hvørt fríggjakvøld eru fólk úr bólkinum í býnum, har tey koma í samband við onnur ung og tosa við tey um andaligar spurningar.
- Hetta er sera mennandi fyri okkum sjálvi, tí vit síggja eisini at hetta ger stóran mun, sigur Trygvi Dam.